Løgmanssteypið byrjar 3. mars

Eins og vanligt hava fótbóltsfeløgini og FSF havt fund, nú tað fer at stunda til aðalfundin hjá Fótbóltssambandinum


 

Fótbóltur


Umframt at tosað varð leysliga um tey evni, sum frammn undan vórðu sett á skránna, so var mest áhugaverdi parturin av fundinum helst, hvussu leikast skal í kappingini í Løgmanssteypið, sum í ár er sett at byrja longu 3. mars.

Tá spæla liðini, sum ikki verða seedaði beinleiðis í bólkarnar um pláss í hesum, og eru hesi liðini TB, Royn, LÍF, AB, Sumba, Fram, ÍF og Skála.

Tvey av hesum vinna seg fram til bólkaspælið, har bólkarnir eru hesir:

Bólkur 1: KÍ, B71, B68 og eitt lið úr innleiðandi umfarinum.

Bólkur 2: GÍ, B3, HB og eitt lið úr innleiðandi umfarinum

Bólkur 3: FS Vágar, EB/Streymur, NSÍ og VB.

Sum nevnt, verður sjøtul settur á innleiðandi umførini 3. mars, og 17. mars fer bólkaspælið í gongd. Tey bæði fremstu liðini í hvørjum bólki, umframt teir báðir bestu 3?ararnir koma í fjórðingsfinaluna, sum verður spæld 22. apríl.

Hálvfinalurnar verða ávíkavist 13. og 24. mei, meðan tað ikki enn er greitt, nær finalan í kappingini um Løgmanssteypið skal spælast.


Onnur mál

Av øðrum málum, sum vórðu nevnd á fundinum, var kanska størist spenningur um, um nakrar broytingar fóru at verða í kappingarreglunum, og sonevndu disciplinerreglunum.

Í kappingarreglunum vórðu sum so ikki framdar nakrar broyingar, men semja tykist tó at vera um, at kappingarnar fyri yngru deildirbar í størri mun verða loystar frá kappingunum fyri vaksnu deildirnar.

Viðvíkjandi disciplinerreglunum vórðu ongar broytingar framdar, men feløgini fingu eitt upplegg frá FSF, um hvussu hetta kundi verið skipað framyvir, og ætlandi verður ikki nakað sett í verk hesum viðvíkjandi, fyrr enn til aðalfundin næsta ár.

Sjálvur aðalfundurin hjá FSF skuldi ætlandi haldast í Norðurlandahúsinum hin 3. mars, men hetta er nú broytt, soleiðis at fundurin ístaðin verður hildin 17. februar. Enn er tó ikki greitt, hvar fundurin verður hildin.