Sambært Dimmalætting vil løgmaður, Kaj Leo Johannesen, í minsta lagi hava millum 50 og 100 miljónir krónur í tilfeingisgjaldi burtur úr makrelveiðini, sum verður í ár.
Haraftrat skulu sparast 100 miljónir krónur á fíggjarlógini.
Verður tað, sum løgmaður vil, skulu sparast 100 miljónir krónur, og síðan vil hann hava eina líka stóra upphædd inn í nýggjum inntøkum til landskassan.
Hann vísir til samgonguskjalið, sum sigur, at tilfeingisgjald/ loyvisskattur kann áleggjast feløgum, sum hava serliga stóran vinning.
- Vit kunnu vænta okkum einar 10 miljónir krónur tann vegin, men tað er langt frá nóg mikið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann leggur aftrat, at samgongan fer nú at viðgera spurningin um tilfeingisgjald.
- Eg kann tó siga so mikið, at verður avgjald lagt á hvørt kilo av makreli, verður tað ikki 25 oyru hesaferð. Gjaldið var alt ov lítið seinast, og tí verður tað væl hægri enn tað, sigur Kaj Leo Johannesen við Dimmalætting










