Løgmaður ávarar um tikkandi bumbur undir samgonguni

Løgmaður ásannar, at tað verður ómetaliga torført hjá samgonguni at semjast um, hvussu útreiðslurnar skulu býtast næsta ár og eitt tað ringasta verður at finna semju um allar tunlarnar, sum skulu gerast

Tað verður ómetaliga tórført hjá samgonguni at semjast um eina fíggjarlóg fyri næsta ár.

Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Í hesum sambandi ávaraði hann um, at tað liggja nakrar tikkandi bumbur undir samgonguni.

Í hesum sambandi hugsar hann um allar tunlarnar, sum talan hevur verið um at gera.

- Vit hava nakrar tunlar, ið liggja sum ein tikkandi bumba undir samgonguni.

- Tá ið vit koma til at raðfesta íløgur hjá hesi samgonguni, vil eg vera púra erligur, at vit hava eina tikkandi bumbu frammanfyri okkum, sum eitur tunlarnir.

Hann segði, at tann, sum ikki dugir at síggja, at tunlarnir eru ein tikkandi bumba ímóti samgonguni, og kanska ímóti øllum samfelagnum, fer eitt sindur skeivur.


Líkist svarta ongum

Hann sigur, at tað, sum nú krevst, er, at vit gera eina tunnilssemju, sum ger, at vit eisini fáa orku og stundir til at taka onnur, neyðug mál, upp.

Hann heldur, at tað líkist svarta ongum, at tað hevur tikið so langa tíð at fáa fíggjarlógina fyri í ár í Løgtingið.

Samstundis er støðan tann, at vit hava ein óloystan tunnilstrupulleika fyri framman og tí helt hann, at tað er neyðugt hjá samgonguni at semjast um tunlarnar, so at málið verður loyst og so at samgongan fær tíð og orku at loysa onnur mál.


Ùtlitini ikki tey bjartastu

Annars helt Løgmaður, at útlitini fyri 2009 eru ikki tey bjartastu.

- Vit hava oljuútreiðslur, sum longu nú eru ein trupulleiki fyri vinnuna og tað einstaka húsarhaldið og oljuprísurin bara hækkar og hækkar, næstan ótálmað.

- Vit hava matvøruprísir, sum eisini hækkað næstan ótálmað og sum avgjørt eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum familjum, serliga barnafamiljum, umframt at rentan hækkar. Samstundis fylgja fiskaprísirnir ikki við uppeftir.

- Av tí sama fer tað at krevja eitt ótrúliga gott politiskt handalag at fáa ein skilagóða fíggjarlóg fyri 2009, segði løgmaður.

Hann helt, at tá sleppa politikarar veruliga at standa sína roynd og at prógva, at teir hava neyðuga styrki og evni at loysa teir stóru trupulleikarnar.


Mótstríðandi fráboðanir

Johan Dahl undraðist á, at løgmaður gramdi seg so illa um penganeyð, samstundis sum hann stóð á odda fyri eini samgongu, sum ætlaði at skerja ríkisveitingina 200 milliónir. Hann sá fyri sær, at tað verður neyðugt at hækka bæði skattir og avgjøld.

Páll á Reynatúgvu helt, at samgongan hevði brúkt alt ov lítla tíð upp á at finna eina semju um tunlarnar.

Í sambandi við undirsjóvartunlarnar, hevur ein spurningur verið um Eysturoyartunnilin varðveitast á privatum hondum, sum tóku stig til verkætlanina, ella um landið skal yvirtaka hann.

Í hesum sambandi staðfestu bæði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Tordur Niclasen, tingmaður fyri Miðflokkin, at Miðflokkurin er komin til ta niðurstøðu, at Skálafjarðartunnilin skal varðveitast á privatum hondum og at teir privatu skulu eisini gera vegirnar, sum eru neyðugur í sambandi við tunnilin og sum eru mettir at kosta 200-300 milliónir.

- So fær landskassin ráð til at gera Sandoyartunnilin, sigur Jenis av Rana. Og so kann Sandoyartunnilin koma á fíggjarlógina, skoytti Tordur Niclasen upp í.

Hann helt eisini, at tað var eitt gott hugskot at fáa andstøðuna við í eina tunnilssemju.

Eisini teir báðir samgongumenninir av Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, hava nevnt, at teimum hóvar betri, at Eysturoyartunnilin verður verandi á privatum hondum, so at tað almenna fær ráð til at fara undir Sandoyartunnilin beinanvegin, tí teir síggja fyri sær, at skal tað almenna gera báðar tunlarnar, verður ikki ráð til at fara undir báðar undirsjóvartunlarnar í senn og teir góðtaka ikki, at Sandoyartunnilin verður útsettur til Eysturoynartunnilin er liðugur.

Hinvegin hevur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum boðað frá, at restin av samgonguni hellir mest til at taka Skálafjarðartunnilin úr hondunum á teimum privatu og at leggja hann undir landið.