Løgmaður sigur bart út, at málið um óregluligu bókingarar í Frostvirkinum í Norðdepli, er fyri hansara viðkomandi avgreitt fyri tjúgu árum síðan. Hann vísir á, at tað er ómøguligt, at gera stórvegis viðmerkingar til eina bók, hann ikki hevur lisið.
Tað er kortini nakað sum bendir á, at hann viðgongur, at nakað óregluligt fór fram.
?Tað sum fór fram var, at skip og virki vóru involveraði og spurningurin var at útvega likividitet til útbetaling av lønum og likividitet til at dríva skipini, so virkið fekk fisk at virka, greiðir Anfinn Kallsberg frá.
Ein útlegging av viðmerkingini hjá løgmanni, kann verða, at orsøkin til feilbókingarnar var, at tað var fyri at tryggja arbeiðspláss í Norðdepli.
Er hetta orsøk nokk til at broyta roknskapin?
- Sum eg havi sagt, so er málið fyri mítt víðkomandi avgreitt, tá notatið varð skrivað, og eg síggi onga orsøk at fara inn í tað aftur. Sum sagt er samanhangurin, at vit royndu fáa virki og skip soleiðis, at eingin, hvørki arbeiðsfólk ella hýrur, ikki fingu sítt útgoldið, sigur løgmaður.
Tók sjálvur ábyrgd
Í bókini, Skjót journalistin, kemur eisini fram, at løgmaður hevur roynt at givið fyrrverandi formanninum á Frostvirkinum, Jason Johannesen, skuldina fyri feilbókingarnar, sum vóru gjørdar. Hesum vísir Anfinn Kallsberg staðiliga aftur.
?Hatta er púra burtur við, tí eg havi ikki givið nøkrum øðrum skyldina, tí ábyrgdin var mín og eg tók hana á meg, tá eg undirskrivaði notatið, sigur løgmaður.
Hann sigur, at málið um fortíðina hjá sær hevur fleiri ferðir verið frammi, og at fólk vita full væl, hvat fór fram.
- Løgreglan valdi ikki at gera nakað við málið tá, og eg havi síðan verið seks ferðir uppstillaður, og fólksins dómur hevur verið greiður Eg ætli mær ikki at komentera málið meir. Eg kann leggja afturat, at bókin er skrivað av tveimum journalistum, sum ongantíð hava kontaktað meg, og meira hava eg ikki at siga til tað, sigur Anfinn Kallberg at enda.