Viveka Eriksson, lantråd, hevur boðið løgmanni, Kaj Leo Johannesen, á almenna vitjan í sambandi við oyggjaleikirnar, sum eru í Álandi í hesum døgum Fríggjadagin fer løgmaður at vitja í Självstyrelsegården, har álendska stjórnin og løgtingið húsast.
Løgmaður fer at hitta Viveku Eriksson og álendsku stjórnina, og har fara tey at tosa um m.a. viðurskiftini millum Áland og ES, álendska fyrivarnið innan skattalóggávu og veðurlags- og umhvørvismál. Harumframt fara partarnir at umrøða leiklutin hjá sjálvstýrandi londunum í norðurlendska samstarvinum.
Seinni á degnum verður vitjað á skansanum Bomarsund og slottinum Kastelholm og hugt verður eftir finaluni í flogbólti hjá monnum, skrivar løgmansskrivstovan á heimasíðuni.










