Løgmaður er ikki fegin um atfinningarnar frá Jenisi av Rana í mikudags Sosialinum, sum kom á gøturnar í gjárkvøldið.
Í blaðnum vil Jenis av Rana, formaður Miðfloksins í samgongu, ikki kennast við ein part av fíggjarkarmunum, samgongan legði fram fyri páskir, og sum Løgtingið viðger í dag.
Jenis av Rana sigur, at ongin semja er í samgonguni um fleiri ætlanir, sum standa í játtanarkarmunum.
Eitt nú er eingin semja um at hækka prísin á ferðaseðlum við Strandferðsluni. Tað er heldur eingin semja um at lækka rentufrádráttin hjá sethúsaeigarum, ella um at leggja lestrarstuðul um til lán. Somuleiðis er eingin semja um at útveita av almennar tænastur ella at almenn starvsfólk skulu sleppa at halda fram at arbeiða eftir at tey hava fylt sjeyti.
Jenis av Rana kallar fíggjarpolitikkin hjá samgonguni fyri eina vanlukku á nógvum økjum og hann staðfestir, at ongar kanningar eru gjørdar um avleiðingarnar av teimum ætlanum, sum ætlanin er at fremja.
Í Kringvarpinum í morgun átalar Kaj Leo Holm Johannesen, framferðina hjá formanninum í Miðflokkinum.
Hann sigur, at hann góðtekur slett ikki slíka framferð, at ein samgonguflokkur fer í fjølmiðlarnar við sínum atfinningum ístaðin fyri at tosa við løgmann um tað fyrst.
Hann heldur ikki, at tað er røtt framferð, at hann, sum løgmaður, skal vera noyddur at lesa um atfinningarnar í Sosialinum.
Hetta fær tó ongar avleiðingar fyri Jenis av Rana, tí Løgmaður sigur, at hann tekur nakrar av atfinningunum til eftirtektar.
Løgmaður sigur við Kringvarpið, at nú fara tey í samgonguni at seta seg niður at tosa um trupulleikarnar og so fara tey at loysa teir saman.