Stuðul til rækjuflotan
Ætlanin at veita rækjuflotanum stuðul, kann gerast ein trupulleiki.
Tað ásannar Jòannes Eidesagaard, løgmaður.
Hann sigur, at tað er kanska ikki so nógv altjóða WTO-sáttmálin sum er ein trupulleiki.
? Tað er líka nógv okkara egna stýrisskipan, sum kann gerast ein stórur trupulleiki í hesum sambandi, sigur hann.
Løgmaður vísur á, at í okkara stýrisskipan stendur heilt greitt, at verður ein lóg sett í gildi í Føroyum, sum er í stríð við altjóða sáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til at halda, er hendan lóg ógildug.
? Sostatt er tað heilt greitt, at tað ber ikki til hjá okkum at seta eina stuðulsskipan í verk, sum stríðir ímóti altjóða sáttmálum.
Løgmaður sigur, at herfyri kom uttanlandsdeildin hjá løgmansskrivstovuni til ta niðurstøðu, at ætlaði rækjustuðulin er í stríð við altjóða sáttmálar.
Nú er ein løgfrøðingur hjá felagnum Rækjuskipum komin til eina aðra niðurstøðu og tað er, at talan neyvan er um brot á WTO? sáttmálan.
Løgmaður sigur, at nú er uttanlandsdeildin í ferð við at kannað niðurstøðuna hjá løgfrøðinginum hjá felagnum Rækjuskipum.
Tað arbeiðið er ikki liðugt enn.
Men løgmaður ásannar, at kemur uttanlandsdeildin framvegis til ta niðurstøðu, at talan er um brot á WTO-sáttmálan, verður tað ein trupulleiki, tí sum sagt forðar okkara stýrisskipan fyri, at vit seta eina lóg í gildi, sum er í stríð við altjóða sáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til at halda.