politikkur
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, skal eftir ætlan 12. apríl hitta aðalskrivaran í NATO, Jaap de Hoop Scheffer, á NATO- høvuðsborgini í Brússel. Jaap de Hoop Scheffer er ættaður úr Niðurlondum, og hann hevur røkt uppgávuna sum NATO-aðalskrivari síðan 2003.
Jóannes Eidesgaard verður annar løgmaður í røðini, ið fær høvið til at hitta ein NATO-aðalskrivara. Á sumri í 2003 vitjaði fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, táverandi NATO-aðalskrivaran, George Robertsson, á NATO-høvuðsborgini í Brússel.
Fundurin millum løgmanniog NATO-aðalskrivaran er komin í lag í samband við vitjanina hjá løgmanni í Evropasamveldinum í døgunum 10. til 13. apríl.
Umframt at hitta ES-myndugleikar og NATO-aðalskrivaran, er eisini greitt, at løgmaður fer at hitta aðalskrivaran í EFTA, William Rossier á síni vitjan í Brússel í komandi mánaði.










