Løgmaður handaði 100 ára gamla Poul blómur

Tann 18. juli 2018 fylti Poul Olsen í Vági 100 ár.

http://vagur.fo/?attachment_id=7869Tann 18. juli 2018 fylti Poul Olsen í Vági 100 ár. Dagurin varð hildin á Hamragarði, men Poul býr framvegis heima.

 


Millum nógvu gestirnar vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, og landsstýrisfólk, og Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri í Vágs kommunu.

 


Løgmaður og varaborgarstjórin fluttu fram røðu og heilsadu Poul tillukku á stóra degnum. Orðið á Borðið sungu eisini fyri Poul, skrivar heimasíðan hjá Vágs Kommunu, vagur.fo, har eisini fleiri myndir frá 100 ára degnum eru at síggja.