Løgmaður fær bestu undirtøku

GALLUP KANN­ING Kaj Leo Jo­hanne­sen, løg­mað­ur, fær topp­kar­ak­ter í nýggj­astu velj­ar­a­kann­ing­ini, sum Gall­up gjørdi fyri Sos­i­alin í síðstu viku

Skotsmálið, sum veljararnir geva løg­manni í seinastu Gall­up­kann­ingini er 6,2 á einum skala frá 1 til 10.
Hetta er hægsti karakterur, sum Kaj Leo Jo­hann­e­sen hev­ur fing­ið í teim­um sein­astu sjey kann­ing­u­num hjá Gallup Før­oy­ar, sum eru gjørdar síð­ani aprílmánaði í 2010.
Bestu undirtøkuna sum løg­mað­ur hevði Kaj Leo Jo­hann­e­sen ann­ars í kann­ing­ini í au­g­u­st, tá hann fekk skots­mál­ið 5,9.
Í apríl-kanningini í ár fekk hann 5,7, meðan ring­asta úrs­lit­ið, hann hev­ur fing­ið í hes­um sjey Gall­up­kann­ing­u­num var í au­g­ust-september í fjør, tá hann lá á 4,9.
Hyggja vit eftir, hvussu løg­maður er dámdur í ymsu flokk­u­num, so hevur hann – sum vera man – bestu und­ir­tøku í egnum flokki. Sam­bands­velj­ar­ar­nir geva hon­um skots­mál­ið 7,4.
Sambandsveljarum á baki koma Mið­floks­velj­ar­ar, sum geva hon­um 7,3.
Triðbestu undirtøkuna hev­ur hann í Fólka­flokki­num, tí veljarar floksins geva hon­um skots­málið 6,9.
Aftur hesaferð síggja vit, at sjálv­stýr­i­s­veljarar fara aftur um bæði javnað­ar- og fram­­sókn­­a­r­velj­ar­arn, sum geva løg­manni skots­mál­ið ávik­a­vist 5,3 og 5,1. Sjálv­stýr­is­velj­ar­ar geva sín­um løg­manni »bara« 4,9, með­an velj­ar­ar hjá Tjóð­veldi geva Kaj Leo Jo­hann­e­sen skots­mál­ið 4,5.