POLITIKKUR
Mánamorgunin handaði Jóan Pauli Joensen, formaður í Stjórnarskipanarnevndini, løgmanni álit um stjórnarskipan Føroya. <?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>
Sambært lóg skuldi hetta sokallaða Jólaálitið handast fyri nýggjársaftan í ár.<o:p></o:p>
Seinastu tíðina hevur nevndin lagt seg eftir at kunna fólk kring landið um uppskotið til ta nýggju stjórnarskipanarlógina, og fleiri kunningarfundir hava verið hildnir. <o:p></o:p>
Í fororðinum í álitinum rør formaðurin framundir, at føroyingar skulu hava møguleika til at siga, hvat teir halda um uppskotið til nýggja stjórnarskipanarlóg. Í hesum sambandi eru eisini minnilutaviðmerkingar til álitið prentaðar í tí snøgga bóklinginum, sum hýsir uppskotinum. <o:p></o:p>
Fleiri av hesum viðmerkingum eru ikki sørt kritiskar til ta nýggju stjórnarskipanarlógina. <o:p></o:p>
Umframt serfrøðingar sleppa politikarar eisini framat við sínum viðmerkingum. <o:p></o:p>
M.a. er Jóannes Eidesgaard, løgmaður og nevndarlimur í stjórnarskipanarnevndini, atfinningarsamur, og hann sigur seg ikki taka undir við at broyta heitið landsstýrismaður til ráðharri. Hann skrivar m.a.:<o:p></o:p>
“Eri eg sannførdur um, at tey heitini, sum hava vunnið sær hevd, skal mann ikki beina<o:p></o:p>
burtur. Landsstýrismaður er serføroyskt, meðan ráðharri ella ministari er<o:p></o:p>
tað heitið, sum øll onnur brúka. Tí haldi eg uppá, at vit eiga at brúka heitið<o:p></o:p>
landsstýrismaður.<o:p></o:p>
Av júst somu grund haldi eg, at heitið løgmaður, sum síðan<o:p></o:p>
1948 hevur merkt formaðurin fyri landsstýrinum, hevur vunnið sær hevd í<o:p></o:p>
hesum týdninginum.<o:p></o:p>
Tí er tað als ikki rætt at gera eina áseting, sum letur upp<o:p></o:p>
fyri møguleikanum<o:p></o:p>
at venda aftur til gamla týdningin fyri formannin í Løgtinginum.<o:p></o:p>
So kundi eins væl verið umhugsað at brúkt hetta heitið til hægsta embætið<o:p></o:p>
í rættarskipanini.<o:p></o:p>
Eg mæli tískil frá at samtykkja tær ásetingar í § 59,<o:p></o:p>
sum snúgva seg um umskipan av løgmansembætinum”.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Ímóti lógarásettum uttanríkisráðharra<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Jóannes Eidesgaard sigur seg heldur ikki taka undir við, at einasti landsstýrismaður, sum er nevndur í uppskotinum til nýggja stjórnarskipan, er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.<o:p></o:p>
“Eg síggi, at við hesum uppskotinum<o:p></o:p>
um landsstýrismann í uttanríkismálum/varaløgmann við heimildum, sum eru<o:p></o:p>
fyriskrivaðar í stjórnarskipanini, verður gamla siðvenjan tikin burtur, at tað er<o:p></o:p>
løgmaður, sum býtir málsøkini út, tí hetta málsøki er givið frammanundan. Ein<o:p></o:p>
fær næstan ta kenslu, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fær meira<o:p></o:p>
rúmd í hesum uppskoti enn løgmaður, og tá er lagt á heilt annan bógv. So hesum<o:p></o:p>
taki eg als ikki undir við”, skrivar løgmaður millum annað.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
Løgmaður hava staðfestingarrætt<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Jóannesi Eidesgaard dámar heldur ikki, at skotið verður upp, at løgmansembætið kann umskipast við tinglóg.<o:p></o:p>
“Hetta er sera óheppið fyri lógararbeiðið.<o:p></o:p>
Vit gera eina stjórnarskipan, sum hevur truplar mannagongdir fyri<o:p></o:p>
broytingum, men so verður sagt í sambandi við eitt sera týdningarmikið embæti,<o:p></o:p>
at tað kann umskipast við tinglóg – tað ber ikki til. Hetta er í andsøgn við grundarlagið<o:p></o:p>
fyri stjórnarskipanarsmíðinum, tí hugsanin er, at grundleggjandi broytingar<o:p></o:p>
krevja broytingar í stjórnarskipanini. Tað er sera løgið, og í stríð við andan<o:p></o:p>
í teirri nýggju skipanini, at staðfestingarrætturin hjá løgmanni kann flytast til<o:p></o:p>
tingformannin við tinglóg. Staðfestingarrætturin er ein so týdningarmikil og<o:p></o:p>
grundleggjandi heimild hjá útinnandi valdinum, at tað er ikki rætt at taka hesa<o:p></o:p>
heimild frá løgmanni, og kann tað, sambært uppskotinum, fremjast við broyting<o:p></o:p>
í tinglóg (sí § 59, stk. 3). Staðfestingarrættin skal løgmaður hava, og skulu<o:p></o:p>
broytingar fara fram hesum viðvíkjandi, skal henda grundleggjandi broytingin<o:p></o:p>
fremjast við broyting av stjórnarskipanini”.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Løgmaður útskriva val<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Jóannes Eidesgaard metir eisini, at løgmaður í framtíðini skal hava møguleikan at útskriva val.<o:p></o:p>
“Tá ið verandi stýrisskipanin kom í gildi í 1995, var ein týdningarmikil partur<o:p></o:p>
hetta, at tað var ein ávís valdsjavnvág millum løgting og landsstýri. Tí fekk løgmaður<o:p></o:p>
møguleikan at skriva út val. Hetta hava vit havt góðar royndir av, kanska<o:p></o:p>
ikki tær, ið vit hoyra um, men serliga tær, sum vit ongantíð hoyra um. Tí taki<o:p></o:p>
eg ikki undir við, at løgmaður missir henda møguleikan, og eg haldi, at valdssúlurnar<o:p></o:p>
forskjóta seg, um hesin rættur verður tikin frá løgmanni. Eg rokni<o:p></o:p>
eisini við, at vit kunnu vænta óstabilari politisk viðurskifti, um hesin rættur<o:p></o:p>
verður tikin frá løgmanni.<o:p></o:p>
Samanblandingin av fólkavaldum tingformanni/løgmanni, forseta ella kongi,<o:p></o:p>
virkar púra órealistisk. Hví verður útgangsstøðið ikki tikið í tí veruleika, sum<o:p></o:p>
vit liva í? Eg meini, at tá ið fullveldið er vorðið ein veruleiki, so eru vit væl saktans<o:p></o:p>
eisini før fyri at broyta hesa stjórnarskipanina”, skrivar Jóannes Eidesgaard m.a. í nýggja Jólaálitinum.<o:p></o:p>