- Tað vakti ómetaliga stóra undran at lesa fráboðan løgmans, har hann heitir á kommunurnar um at lækka skattin hjá teimum við lágum lønum. Tí hetta hendir samstundis, sum løgmaður og samgongan sjálvi gera beint tað øvugta.
Tað sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum tí hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen ein grein-52 fyrispurning um andsøgn millum førda skattapolitikkin hjá samgonguni og áheitan á kommunur um at veita skattalætta til láglønt.
Kristina Háfoss sipar eitt nú til útsøgnina hjá løgmanni á Facebook síðsta vikuskifti, endurgivin í grein á Portalinum, har Kaj Leo Holm Johannesen millum annað førdi fram, at nú eiga kommunurnar tørn at lætta um hjá lágløntum.
- Hví heitir løgmaður á kommunurnar um at lækka skattin hjá lágløntum, tá løgmaður og samgongan gera beint tað øvugta, spyr Kristina Háfoss millum annað í grein-52 fyrispurningi.
Grein-52 fyrispurningar skulu vanliga svarast innan 10 yrkadagar.









