Norska ákæruvaldið vil vera við, at fýra russar hava siglt við einum norskum fiskiskapi, uttan at teir høvdu arbeiðsloyvi í Noregi.
Tá menn hjá norsku sjóverjuni vóru umborð á skipinum "Øyliner" og kannaðu veiði og reiðskap seinasta mánadag, varnaðust teir, at fýra av manningini vóru russar. Tá sjóverjumenninir bóðu um at sleppa at síggja arbeiðsloyvini hjá russisku sjómonnunum, vísti tað seg, at eingin teirra hevði nakað loyvi.
Sjóverjan gav so skipinum boð um sigla til lands, og har kom fram, at russararnir eftir øllum at døma hava siglt við norska skipinum í fýra ár. Teir fýra russararnir fingu ímillum 6.000 og 8.000 norskar krónur í bót og vórðu alt fyri eitt sendir við flogfari til Russlands. Ákæruvaldið heldur, at skiparin á "Øyliner" skal í fongsul, og hann kann fáa upp í tvey ára fongsul, skrivar Nordlys. Reiðaríið hjá skipinum skal sambært ákæruritinum hava 80.000 krónur í bót.