Nakrir unglingar í Havn kunnu vænta sær bót, tí politiið í gjár tók ólógligu prutl teirra.
Tiknu prutlini verða nú skúvað sundur fyri at fáa at vita, hvat er broytt í teimum, so tey kundu koyra skjótari.
Ólógligu lutirnir verða fyribeindir, og eigararnir av prutlunum mugu gjalda bót fyri at fáa prutlini aftur.









