Lógin kemur fimm ár ov seint

Var loðslógin galdandi, tá ið Olshana sigldi á Flesjarnar í dýrdarveðri 3. august í 2007, hevði sloppist undan hesi vanlukkuni.

Tað hevur vinnunevndin hjá Løgtinginum nú fingið staðfest frá Vinnumálaráðnum.

Mangan verður sagt, at onki hendir í Føroyum fyrrenn vanlukkan er hend.

Um tað er støðan hesuferð, skal vera ósagt, men í øllum førum birti vanlukkan av álvara upp undir kjakið um at fáa kravdan loðs umborð á fremmandum skipum í Føroyum.

Nú er lógin til viðgerðar í Løgtinginum og eftir henni skulu skip yvir 1000 BT, hava loðs.

Olshana var 1898 BT.

Tá ið lógin er samtykt, er tað eitt krav fyri at fáa loðsprógv, at umsøkjarin prógvarm at hann er staðkendur í økinum, hann ætlar at loðsa í.

Endamálið er at tryggja, at loðsurin er staðkendur í økjunum, hann loðsar í.

Ein høvuðsorsøk til at skip biðja um ella hava skyldu til at brúka loðs er jú, at vakthavandi umborð á skipinum ikki er staðkendur í økinum.