Lógarbroyting skal gera føroyskt til tjóðarmál

Jóannes Eidesgaard vil hava grein 11 í heimastýrislógini broytta, soleiðis at hon staðfestir, at Føroyskt er tjóðarmál í Føroyum

Formaður Javnaðarfloksins ætlar sær nú at fáa staðfest við lóg, at føroyskt er tjóðarmálið í Føroyum.

Hetta ætlar Jóannes Eidesgaard skal gerast við at broyta grein 11 í heimastýrislógini, soleiðis at har kemur at standa »Føroyskt er tjóðarmál í Føroyum« í staðin fyri » Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum«.

Tí hevur Jóannes Eidesgaard lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at heita á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórina um at fáa hesa broyting framda í verki.


Staðfest minnilutamál

Føroyska málið er í dag staðfest at vera eitt minnilutamál. Hetta hendi, tá danski uttanríkisráðharrin góðkendi evropeiska sáttmálan um minniluta- og landspartamál.

Áðrenn hetta varð gjørt, heittu føroyingar á danska uttanríkisráðharran um at skipa soleiðis fyri, at sáttmálim staðfesti føroyskt sum tjóðarmál. Men danski forsætisráðharrin vísti til orðingarnar í grein 11 í heimastýrislógini og staðfesti soleiðis, at føroyskt er høvuðsmál, men at danskt skal lærast væl og viðiliga, og at danskt eins væl og føroyskt kann nýtast í almennum viðurskiftum.

Hetta hevur síðani skapt øsing millum politikarar í Føroyum, og Jóannes Eidesgaard er hartaður fyri ikki at hava nýtt sínar heimildir sum fólkatingslimur nóg væl í hesum máli.


Besta loysnin

Jóannes Eidesgaard staðfestir, at landsstýrið við nýggja sjálvstýrisleistinum ætlar sær at verða verandi í ríkisfelagsskapinum tey fyrstu mongu árini. Tí heldur hann eina broyting í heimastýrislógini vera bestu loysnina at fáa staðfest føroyskt sum tjóðarmál.

? Sambært Niels Helveg Petersen er tað grein 11, ið bindur. Tí eigur málið at kunna loysast, um grein 11 verður broytt. Hetta er veruliga ein vegur, ið til ber at ganga fyri at fáa málspurningin loystan, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at nú má vera liðugt at ilskast um, at føroyska málið varð illa viðfarið, tá evropeiski málsáttmálin varð gjørdur. Hann vísir á, at politikkur má vera at loysa mál í staðin fyri at ilskast, og tí heldur hann, at løgtingið eigur at taka undir við uppskotinum.

? Tekur løgtingið undir við hesum uppskoti, so rokni eg við, at restin verður ein avgreiðsluspurningur. Eg kann ikki hugsa mær, at danir fara at vera ímóti einari slíkari broyting, sum eitt samt løgting tekur undir við, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard hevur ikki spurt seg fyri hjá hinum flokkunum, um teir taka undir við uppskotinum, men hann sigur, at hann vildi mett, at hetta er eitt uppskot, sum tingið kann taka undir við.


Drúgv mannagongd

Tekur løgtingið undir við uppskotinum hjá Jóannes Eidesgaard, skal tað ígjøgnum eina drúgva mannagongd, áðrenn heimastýrislógin kann verða broytt og føroyskt er staðfest sum tjóðarmál.

Fyrst skal landsstýrið fyrireika seg til samráðingar við donsku stjórina. Tá samráðingarnar eru av, skal broytingin leggjast fyri løgtingið á føroyskum og fyri fólkatingið á donskum. Og skal broytingin koma í gildi, skulu bæði fólkatingið og løgtingið samtykkja hana.

Verður broytingin samtykt, skal danski uttanríkisráðharrin bera so í bandi, at evropeiska yvirlýsingin verður broytt, soleiðis, at hon staðfestir, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum.