Íløgan hjá Klaksvíkar Kommunu verður kannað

Løgmansskrivstovan kannar í hesum døgum íløguna hjá Klaksvíkar Kommunu í íløgufelagið Phoenix, sum herfyri fór á heysin.

Milliónin, sum Klaksvíkar Kommuna setti í íløgufelagið Phoenix, er mist. Hetta fekk øði í nógvar klaksvíkingar, tá ið tað kom fram, tí nógv hildu tað verða burturvið, at kommunan setti pening í eitt íløgufelag. Málið kom fyri á landsstýrisborði, og tað verður nú viðgjørt á Løgmansskrivstovuni.

Landsstýrismaðurin ógegnigur
Vanligt er mál, ið hava við kommunur at gera, verða viðgjørd í Innlendismálaráðnum, men soleiðis er ikki í hesum førinum. Orsøkin er tann, at landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Jógvan við Keldu, sjálvur er gamal borgarstjóri í Klaksvík, og tí metir hann seg verða ógegnigan í málinum.
Tískil tók Løgmansskrivstovan málið á seg, og har liggur málið í løtuni. Løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, sigur, at Løgmansskrivstovan hevur viðgjørt málið, og síðani var eitt skriv sent Klaksvíkar Kommunu, har biðið var um eina frágreiðing upp á nakrar fyrispurningar, sum Løgmansskrivstovan hevði í sambandi við málið.
Í hesi vikuni fekk Løgmansskrivstovan so svarskriv frá Klaksvíkar Kommunu, og hetta skriv verður so lisið og viðgjørt á Løgmansskrivstovuni í løtuni.

Kunnu revsast við bót
Um so er, at Løgmansskrivstovan heldur, at kommunustýrislimirnir, ið hava verið til at taka avgerðina um íløguna hjá klaksvíkingum í Phoenix, hava borið seg skeivt at, hevur landsstýrismaðurin ella løgmaður fleiri møguleikar.
Millum annað kunnu kommunustýrislimirnir verða álagdir at gjalda tvingsilsbøtur sambært Kommunustýrislógini grein 55, stk 2. Eisini er møguligt at saksøkja kommunustýrislim eftir endurgjaldi, um hann ber ábygd av, at kommunan hevur verið fyri missi.
Á Løgmansskrivstovuni verður upplýst, at málið sum so ongan skund hevur, og tí verður tann tíð tikin, ið skal til fyri at fáa eina orduliga niðurstøðu, verður sagt á Løgmansskrivstovuni.