Íløga í førleikamenning av kommunustýrunum

Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevur í Norðlýsinum og útvarpsrásunum greitt frá støðuni hjá Klaksvíkar býráð viðvíkjandi skeiði til kommunustýrislimir, ið Kommunusamskipan Føroya skipar fyri í Íslandi.

Av tí at Gunvá við Keldu ber upplýsingar, sum kunnu misskiljast og kunnu seta aðrar limakommunurnar í ringt ljós, skal eg koma við hesum rættleiðingum og viðmerkingum

Íløga í førleikamenning

Kommunusamskipan Føroya hevur í 2001 og 2005, tá ið nýggj kommunustýri hava tikið við, skipað fyri skeiði til kommunustýrislimir, serliga teimum nývaldu. Hesi skeið vórðu hildin í Danmark, og hava verið sera væl eydnað og nógv eftirspurd.

 

Endamálið er at seta kommunustýrislimirnar, harav meira enn helvtin eru nývaldir, væl inn í kommunustýrisarbeiðið og galdandi lógir, reglur og mannagongdir. Endamálið er eisini at geva íblástur til ta politisku uppgávu, teir eru valdir til at útinna eins og amboð til tann leiklut, sum ein fólkavaldur hevur í samfelagnum.

 

Annað endamál er eisini at samansjóða kommunustýrislimirnar, tí hóast valdir at stýra ymsum kommunum, eru teir starvsfelagar, og stórt og virðismikið tilfeingi liggur í slíkum netverki.

 

Limakommunurnar hava tí eisini sæð skeiðið sum eina neyðuga og sera gevandi íløgu fjórða hvørt ár at førleikamenna kommunustýrislimirnar, og á henda hátt gera kommunustýrisarbeiðið betri.

 

Fíggjarkreppa og fíggjarstýring

Gunvá við Keldu vísir í Norðlýsinum á, at tíðirnar eru ringar, og tí má ansast eftir, hvørji politisk signal verða send út. Gunvá við Keldu upplýsir í hesum sambandi, at Klaksvíkar kommuna skal gjalda einar 200.000 kr. fyri ferðina, og at skeivt er at brúka pening til slík endamál nú.

 

Fyrst er at siga, at hetta er ikki ein ferð, men eitt intensivt, seriøst og umfatandi skeið.

 

Kommunusamskipanin hevur gjørt stórt arbeiði at halda øllum útreiðslum niðri, og tí kemur ferð, uppihald og skeiðskostnaður fyri Klaksvíkar býráð bert at kosta uml. 72.000 kr. Býtt yvir fýra ár er hetta tó ein sera lítil upphædd, og sparir hon seg skjótt innaftur í kommunustýrisarbeiðinum.

 

Aftrat kemur samsýning kr. 7.500 fyri hvønn kommunustýrislim fyri mista arbeiðsinntøku, men hetta skal kommunan gjalda óansæð, um skeiðið er í Klaksvík, Suðuroy ella Reykjavík.

 

Eg virði fult út avgerðina hjá Klaksvíkar býráð. Eg eri eisini samdur við Gunvá við Keldu um, at ansast eigur eftir, hvørji politisk signal verða send út – serliga nú fíggjarkreppa herjar.

 

Fíggjarkreppan er tó ikki bert í Klaksvík. Júst tí harmar tað meg almikið, at borgarstjórin í Klaksvík alment sendir út tað signal, at avgerðin hjá hinum limakommununum at taka lut á skeiðnum er skeiv.

 

Hetta er harmiligt ikki minst tí, at stórur partur av skeiðnum snýr seg um grundleggjandi fíggjarviðurskifti í kommununum eins og um krøv til fíggjarstýring.

 

Havandi í huga fíggjarkreppuna og í kjalarvørrinum á henni ta alsamt vaksandi búskaparkreppuna, er tað júst í hesum tíðum umráðandi at búgva kommunustýrislimirnar væl og virðiliga til stóru avbjóðingarnar fyri framman – ikki minst viðvíkjandi skilagóðari fíggjarstýring.

 

Henda íløga í førleikamenningina av okkara kommunustýrislimum er tí eitt sterkt og álitisfult signal at senda út til okkara borgarar, og tað signalið sendi eg sum formaður í Kommunusamskipan Føroya fegin.