Lág miðalferð

Borðoy: Miðalferðin hjá teim bilførarum, ið koyrdu eftir tunnilvegnum á Borðoynni í fjør var í lagi: Hon var beint omanfyri 60 km. um tíman.
Eitt yvirlit frá Landsverki vísir hinvegin, at miðalferðin í Kollfjarðartunlinum og í Leirvíkartunlinum var omanfyri ta loyvdu.
Í Kollfjarðartunlinum var miðalferðin um 85 km/t, meðan ein í Leirvíkartunlinum máldi eina ferð, sum lá eitt lítið vet hægri.