1. DEILD 4. UMFAR
Tvær toppuppgerðir vóru á skránni, og í báðum førum var tað ógvuliga tætt. B71, LÍF, FSV04 og AB stríðast um tey bæði fremstu plássini. Ì løtuni eru LÍF og AB oddalið, men tað er ógvuliga tætt.
B71 hevði leikliga yvirvág fyrstu løtuna, og síðani var tað heilt javnt. Men tað vóru gestirnir av Argjum, sum fóru við øllum. Allan Mørkøre gjørdist einsamallur og sveik ikki. Tá var 2. hálvleikur meiri enn 47 minuttir gamal!
Í Leirvík var tað ein innskiftur klaksvíkingur, sum stutt undan leikloki skoraði einasta málið fyri heimaliðið. Marius Nystrøm Hansen setti krúllin undir bóltin og so var 1-0 til LÍF. Í Leirvík er áhugin fyri liðnum, sum ikki hevur roynt seg í fremstu deildini í treittan ár, rættuliga stórur.
FSV04 misti í 2. hálvleiki tríggjar spælarar, sum sóu reytt!
Hjá TB hilnaðist páskafótbólturin stak væl. Eftir 3-2 móti KÍ á heimavølli Skírisdag vunnu teir 4-1 á HB á heimavølli. Uni Arge minkaði um munin við brotssparki til 3-1. Olivur Abrahamsen, sum var skaddur í fyrstu umførunum, og Kaj Roest skoraðu tvær ferðir í part fyri TB.
SÍ vann í Vági, men tað leyp einki av. Tríggjar minuttir undan leikloki skoraði Bogi Selfoss sigursmálið, eftir at John Poulsen eitt korter undan leikloki hevði javnað. VB/Sumba gjørdi sjálvmál í 1. hálvleiki, og teir eru framvegis stigaleysir.
KÍ og Royn høvdu undan 2. páskadegi ikki fingið stig. Royn hevur framvegis einki stig fingið. Tað hevur KÍ, sum vann 5-0 og harvið hevur tikið fyrsta stigið móti málinum, sum er at varðveita plássið í deildini.