Líf handar jólatræið á Vaglinum

Tað verður býráðslimurin Líf Magneudóttir úr Reykjavík, sum vegna Reykjavíkar kommunu fer at handa føroyska høvuðsstaðnum jólatræið, ið skal standa á Vaglinum í ár. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni í morgun.


Í ár verður jólatræið tendrað á Vaglinum 2. desember klokkan 15.30, og letur kommunan eisini samstundis skoytuvøllin upp, sum aftur í ár verður á Vaglinum.


Siðvenja er eisini, at eitt umboð fyri Reykjavíkar býráð er við at tendra træið. Lif Magneudóttir kemur til Føroya fríggjadagin 1. desember og fer heimaftur mánadagin 4. desember, skrivar kommunan.