L?etat c?est Moi

Staturin, tað eri eg, segði sólkongurin Louis XIV á sinni. Seinni í tíðini høvdu fransar de Gaulle, sum ofta varð samanborin við Louis XIV, tí hann førdi seg fram, sum var hann einaræðisharri, ið einsamallur myndaði statsveldið. Tað tykist sum vit eru ávegis til at góðtaka, at ein ?L?etat c?est Moi?-spíri er um at gróðurfesta í føroyskari jørð.

Feskasta dømið er viðmerking landsstýrisins á fullveldissíðuni á internetinum til røðu Poul Nyrups á Fólkatingi. Forsætisráðharrin var valla liðugur við røðu sína, fyrr enn Høgni Hoydal hevði pilkað sær 10 brot úr røðuni at gera egnar viðmerkingar til. Viðmerkingarnar vóru tann vanliga vassanin runt í sama lítla fati, sum hann ikki sleppur av aftur, men skjótt er undir miðju í eini sevju av ósakligheit, hálvum sannindum og stjórmálafrøðiligum útleggingum av Zakarias Wangskum kvaliteti - t.v.s. útleggingar, sum skjótt hava gingið í barndømi í áratíggju.

Men tað sum verri var, var at tíðindaskrivið var undirskrivað: ?Føroya Landsstýri?, hóast heilt vist ikki stundir høvdu verið til at tryggja sær, at landsstýrið stóð aftanfyri skrivið, tí Høgni sat í Keypmannahavn og skrivaði, meðan landsstýriðsfólkini vóru farin í allar ættir.

Hetta sama gjørdi seg galdandi aftaná samráðingarnar 17. mars. Anfinn Kallsberg, løgmaður, mátti í uttanlandsnevndini viðganga, at hann hevði ikki sæð tíðindaskriv landsstýrisins, tá nevnarlimir spurdu, um hann stóð aftanfyri tað, sagt var.

Væl hava vit fingið landsstýrismannaábyrgd, men so mikið av tí kollektiva mátti verið eftir í landsstýrisábyrgdini, at teir ikki hvør sær tekna landsstýrið, sum vóru teir hvør sær løgmenn, ja eg meti at sjálvt løgmaður eigur bert at tekna landsstýrið, tá hann hevur tryggjað sær, at alt landsstýriskollegiið stendur aftanfyri.


Høgni Hoydal skapt nýggja siðvenju

Men hetta ?L?etat c?est Moi? fyribrygdið - ella ?Landsstýrið tað eri eg? - er helst enn eitt dømi um tað, sum eg fyrr havi skrivað, nevniliga at Høgni Hoydal útmerkar seg við at skapa sínar egnu nýggju eyðlýsingar (definitiónir) av demokratii, samstundis sum hann hevur skapt heilt nýggjar spælireglur fyri politiskum tjaki, og fyri hvat ein kann loyva sær at nýta av almennum peningi til egna propagandu, partapolitiska agitatión. Enn verður nýtt ótálmað av almennum fæ til fullveldisagitatión uttan at nakað verður veitt teimum, sum vilja lýsa aðrar møguleikar, t.d. eina sjálvstýrisskipan sum ikki samstundis er tað sama sum loysing.

Hetta er langt burturi frá tí, galdandi hevur verið, har politikarar hava verið sera varnir fyri ikki at koma undir ta skuldseting, at teir nýta starv sítt á slíkan hátt, at autoriteturin hjá landsstýrinum sum stovni verður skamfílaður í partapolitiskum tjaki.

Minnist at P.M. Dam í 1962 skrivaði fólkapensionistunum bræv. Hetta kundi verið rímiligt aftaná tað skeiðið, har lyftini frá 1958 um at útvega eina fólkapensión vóru uppfylt.

Hetta bræv var skrivað á brævpappír hansara, men til tess at undirstrika, at tað ikki var landsstýrið, men P. M. Dam, sum skrivaði, var innsiglið í ovasta vinstra horni sett á í svørtum og ikki í reyðun og øll prentingin og postgjaldið rindað av P. M. Dam sjálvum. Minnist enn ýlini frá tjóðveldis- og fólkafloksmonnum um misnýtslu av autoriteti landsstýrisins, og hetta hóast fordømi var um júst tað sama frá onkrum valstríði í Danmark, og fyribrigdið sostatt var kent.

Hvørt reaktiónin var rímiligt ella órímilig skulu ikki dagar takast ímillum her, men mær kunnugt tók P.M. Dam hana til eftirtektar.


Atfinningar ikki toldar

Í dag verður eingin atfinning tikin til eftirtektar, tvørturímóti verða atfinnarar sópaðir av borðinum við uppástandi um, at alt sum er á internetsíðu landsstýrisins er saklig upplýsing. Fati ikki, at Høgni Hoydal ikki sjálvur fer at klíggja, tá hann skýrir egnar greinar á hesi síðu fyri sakliga upplýsing. Fyri ikki at tala um, tað spælið har lesarabrøv við spurningum um fullveldi, sum eru fabrikeraði frammanundan til smíðað svar, har tey sita sum hond í handska. Høgni hevur sjálvsagt ikki skrivað øll hesi postulát, tað situr ein heilur stapsbólkur til at gera hetta arbeiðið. Og sum krúnu á verkið, hava teir nú sett ein propagandasjef. Tíbetur kalla teir hann ikki enn propagandaministara, tí so hevði endurspeglingin, sum fortíðarminni mana fram, ikki verið til at liva við. Hetta er kanska tað, eg eri mest syrgin um. Tá ein so skilagóður unglingi við góðum og hvøssum penni, góðum samfelagsanalytiskum evnum, og sum eg metti sunnum tonkum um demokrati og menniskjans virði og virðiligheit kann loypa á bláman rópandi ?Fupp og Svindil? um onnur uppskot enn fullveldisins, so vaknar ein við kaldan dreym og sannar, at her er nakað spinnandi galið:


Takast á bóli

Enn ein roynd til fólkaforføring og tjóðarneyðtøku, sum vit hava sæð so ofta fyrr. Tað er lítil troyst í vitanini um, at slíkar royndir altíð miseydnast, tá tíðin líður frá, tí tað gongur ov seint, og í hesum føri hava vit ikki tíðina fyri okkum. Tað tykist, sum skulu vit takast á bóli á fólkaatkvøðu í september uttan at alternativir møguleikar nakrantíð skulu koma til viðgerðar. Hetta hóast øll síggja í dag, at skýringin av Heimastýrislógini sum eina delegatiónslóg kemur ikki at halda, og at í hvussu er ein nýggj sjálvstýrislóg, sum gongur at loysingini ikki fer at kunna takast aftur av nøkrum parti, men einans kann avloysast av eini nýggjari skipan, sum eventuelt er loysing, um føroyingar tá ynskja slíka.


Ein gøglarabutikk

Hetta spælið, sum nú gongur fyri seg í propagandamaskinu fullveldisins og á internetsíðu tess undirgrevur virðingina fyri landsins ovasta umsitingarliga valdi, og ger landsstýrið til eina ?gøglarabutikk?.

Vit høvdu nógvar skrivaðar reglur um stýrisskipanina, tá hon var karmur um eitt kollektivt landsstýri. Vit hava eisini skrivaðar reglur um verandi stýrisskipan við landsstýrismannaábyrgd. Hvørgin av hesum kann roynast, verða ikki eisini ein hópur av óskrivaðum og etiskum reglum hildnar, og hava menn ikki fatan fyri, hvat ein kann og hvat ein ikki kann loyva sær í politikki. Serliga tá ein ikki kennir markið ímillum nýtslu og misnýtslu av almennum fæ.

?Letfærdig omgang med betroede midler? er álvarsom hóttan móti demokratiskum skipanum. Sjálvsyvirmeting í ?L?etat c?est Moi?-stíli ikki minni.



Atli P. Dam