Kyoto í Tingið í morgin

Okkara fólkavaldu hava kjakast dúgliga um Kyoto-sáttmálan seinastu tíðina. Í morgin sleppa tey at viðgera hann á hægsta stigi, tí tá verður uppskot um Kyoto-sáttmálan lagt fyri Løgtingið

UMHVØRVI


Tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskot fyri Tingið um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar. Fyrsta viðgerð av málinum verður í morgin.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður m.a. sagt, at okkara støða á knøttinum, har vit so at siga liggja mitt í veðurmeldrinum, okkara tilknýti og broyttum náttúruviðurskiftum, og tann sannroynd, at vit hava granskarar á altjóða støði innan havgransking og veðurlagsbroytingar, átti at elvt til, at vit í Føroyum ganga undan í politiskari viðgerð og tiltøkum í sambandi við veðurlagsbroytingar.
Um ársskiftið 2002-2003 læt Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina frágreiðing til landsstýrismannin í umhvørvismálum við kanningum og uppgerð um CO2-útlátið hjá føroyingum.
Frágreiðingin staðfesti, at føroyingar í mun til íbúgvatalið hava millum størstu CO2-útlát í heiminum, hóast fyrivarni eigur at takast fyri samanberingum við onnur lond, tí uppgerðarhættirnir kunnu vera ymiskir.
Við at staðfesta og seta í verk Kyoto-frumskjalið binda ídnaðarlondini seg til at minka um CO2 útlátið við ávísum prosenttølum (í meðal 5,3%) í tíðarskeiðnum 2008 til 2012 – men málið er seinni at røkka fram ímóti helvtarniðurskurði. Minkingin skal gerast í mun til tølini fyri útlát í 1990.

Rakar Føroyar

Føroyar fara eisini at merkja tær globalu veðurlagsbroytingarnar á ymsan hátt, verður sagt í viðmerkingunum hjá Tjóðveldisflokkinum. Fløðandi hav fer, sum tíðin líður, at nerva verandi havnaløg og aðra bygging nær sjóvarmálanum. Eisini er sannlíkt, at vit fáa meiri avfall, harðari óðnir og hægri aldur. Tey størstu vandamálini liggja tó helst í møguligum broytingum á okkara havleiðum. Veðurlagið í Føroyum er óvanliga heitt, tá vit samanbera við flestu onnur øki um sama breiddarstig. Fyri ein part stavar hetta frá lýggjum vindi, men streymurin, sum førir heitan sjógv fram við okkum, eigur eisini sín stóra lut í hesum, og vandi er fyri, at hesin streymur fer at vikna. Enn ber ikki til at siga, um hetta fer at henda, ella hvussu stórar møguligar broytingar verða, men sjálvt ein lítil minking í streyminum kann gera, at kaldur sjógvur lættari kemur inn á Landgrunnin, og tað kann fáa ógvisligar avleiðingar.

Gróðurin í sjónum

Eitt annað vandamál hjá okkum er gróðurin í sjónum. Alt tað, sum livir á Landgrunninum, livir í seinasta enda av gróðrinum, og kanningar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at stórur munur er frá einum ári til annað. Hetta sæst eisini aftur í fiskinum, serliga toski og hýsu. Tey árini, tá nógvur gróður er, kemur meiri av toski og hýsu undan, og tey veksa eisini nógv skjótari. Enn er ikki greitt, hví gróðurin er so ymiskur tey ymsu árini; men alt bendir á, at tað er munur í veðurlagi, sum ger hetta. Um illa vil til, kunnu veðurlagsbroytingarnar tí fara at órógva gróðurin og harvið líkindini fyri fiskiskapi á Landgrunninum.



-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --

Forsagnir um veðurlagsbroytingar

”Intergovernmental Panel on Climate Change” (IPCC), ið er stovnað av Heimsveðurstovninum (World Meteorological Organization) og Umhvørvisstovninum undir ST (UNEP) ger eina heildarmeting veðurlagsbroytingar umleið fimta hvørt ár. Tann seinasta kom í 2001, og millum niðurstøðurnar kann nevnast:
•    Innihaldið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum í luftini er økt síðan íðnaðarmenningina av mannaávum.
•    Tað er ógvuliga trúligt, at tey seinastu 10 árini eru tað heitasta 10-ára tíðarskeiðið fyri jørðina sum heild, síðan regluligar hitamátingar byrjaðu í 1861.
•    Mátingar og útrokningar benda á, at tað mesta av globalu upphitingini tey seinastu 50 árini er av mannaávum.
•    Veðurlagsbroytingar, sum hava verið tey seinastu árini, hava longu ávirkað vistskipanir á sjógvi og landi.
•    Tey komandi hundrað árini fara innihaldið av CO2 í luftini, miðalhitin á jørðini og vatnstøðan í høvunum at vaksa. Hvussu nógv tey vaksa, valdast hvussu stórt tað samlaða útlátið av CO2 verður.
•    Tað er ógvuliga trúligt, at hitabroytingin tey komandi 100 árini verður størri, enn hon hevur verið síðan seinastu ístíð (tey seinastu 10. 000 árini).
•    Tær komandi veðurlagsbroytingarnar kunnu í ymiskum økjum fáa bæði positiv og negativ árin á náttúru og menniskju; men tess størri broytingarnar verða, tess meiri fara tey negativu árinini at valda.

Síðan seinastu metingina frá IPCC eru nógv nýggj úrslit komin, og IPCC er í ferð við at leggja seinastu hond á næstu heildarmetingina, sum helst kemur út í vár. Sum skilst, verða niðurstøðurnar í komandi meting herdar í mun til ta seinastu. Tað tykist eisini greitt, at vandin fyri ógvisligum veðri fer at økjast. Her verður hugsað um hitabylgjur, sum tann í 2003, ið kravdi fleiri enn 30.000 mannalív í Evropa, um skerping í ávísum økjum, har longu framman undan er turt, um meira avfall og størri vanda fyri vatnflóð aðrastaðni og um harðari ódnir.