Kyndil uttan Høgna

H71 tekur sunnudagin ímóti Kyndli í Atlantic Airways kappingini hjá monnum.

Í grundspælinum vann Kyndil báðar dystirnar ímóti hoyvíkingum, men til dystin sunnudagin má Kyndil vera spælskiparan, Høgna Klein, fyri uttan. Seinast Høgni ikki var við, var í kvartfinaluni í steypakappingini, og tá gekst ikki so væl hjá Kyndli. Umráðandi er hjá báðum at vinna dystin. Vinnur Kyndil, so kunnu teir leggja trýst á øll trý oddaliðini, meðan H71 við einum sigri kann leggja seg ndir liðina á Kyndli, samstundis sum teir kunnu nærkast heiðursmerkjaplássum.