Kollfirðingar eru enn niðasta liðið í Atlantic Airways-deildini. Men við sigrinum í dag syrgdi KÍF fyri, at tað eins nógv er finalu- sum niðurflytingartos, ið er á skránni í Kollafirði í løtuni.
Sigurin á Kyndli varð grundlagdur longu fyrstu 10 minuttirnar, tá Kyndil at kalla ikki var við í dystinum.
Undan steðginum vann Kyndil seg nakað aftur, men fyrstu løtuni av seinna hálvleiki endurtók søgan seg. KÍF fór tá frá 12-9 upp á 23-11, og so ráddi bara um at fáa seinasta korterið at ganga, áðrenn stigini kundu setast á bók.
Ási Dam og Andrias Nielsen skutu 8 mál hvør fyri KÍF. Fyri Kyndil varð Bárður Johannesen besti málskjúttin við 4 málum.
KÍF-Kyndil 29-18 (12-9)