TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr tað, sum svenski stjørnuspælarin, Zlatan Ibrahimovic segði við svenskar, og aðrar norðurlendskar miðlar, aftaná 5-0 sigurin hjá Paris Saint Germain á barndómsfelagnum hjá Zlatan, Malmö FF, har Zlatan sjálvur skoraði til 3-0.
Zlatan segði við tíðindafólkini aftaná dystin, at hann átti ikki orð fyri hvussu stórbær upplivingin hevði verið fyri hann persónliga, at sleppa at spæla ímóti sínum barndóms- og ungdómsfelagi. - Hetta var magiskt, segði Zlatan við miðlarnar.