TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina upptøku frá YouTube rásini hjá Fremad Amager, har tað sæst og hoyrist hvussu spælararnir hjá Fremad Amager feiraðu tað, tá uppflytingin til næstbestu fótbóltsdeildina í Danmark var komin í hús.
Mitt í rokanum síggjast Christian Lamhauge Holst, Finnur Justinussen og Heini Vatnsdal, sum allir eiga sín góða lut í uppflytingini. Eisini sæst venjarin, John "Faxe" Jensen, sum vann EM saman við føroyska landsliðsvenjaranum, Lars Olsen í 1992.
Komandi vikuskiftið spælir Fremad Amager ímóti AB á útivølli. Bæði liðini hava vunnið sær uppflyting, so har er ikki tað stóra at spæla fyri.