KVINNUVAL
Hóast bert fýra kvinnur eru valdar inn á løgting hesaferð eins og seinast, eru positiv tekin at síggja. Eitt nú er toppskorarin av øllum kvinna og allar tær fýra valdu kvinnurnar eru millum fjúrtan tey fremstu valevnini í atkvøðutali. Ein teirra er nýggj á tingi. Serligt við hesum valinum í mun til seinast er eisini, at tvær kvinnur í Suðurstreymoy eru fyrst valdar á sínum listum, ávikavist Lisbeth L. Petersen og Katrin Dahl Jakobsen.
Kvinnurnar taldu 20,6 prosent av valevnunum og fingu 21,1 prosent av atkvøðunum, tá ið avtornaði. Í mun til løgtingsvalið seinast, taldu kvinnurnar 18,3 prosent av valevnunum og tær fingu 12 prosent av atkvøðunum.
- Vit kunnu glaðast um, at kvinnurnar fyri fyrstu ferð hava fingið prosentvís fleiri atkvøður enn tær prosentvís telja av valevnunum. Framyvir eigur hetta at merkja, at um 30 prosent av valevnunum eru kvinnur, fáa tær minst samsvarandi atkvøðutal, tað vil siga, at tess fleiri kvinnur stilla upp, fleiri verða valdar, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini.
Kynskvotering
Kynskvotering á uppstillingarlistunum trýstir flokkarnar at taka seg saman, heldur Turið Debes Hentze.
- Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at tað gongur ov seint at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Seta vit kynskvotu á uppstillingarlistarnar, fáa vit gongdina venda nakað skjótari enn vit síggja nú. Men tað týdningarmesta er ikki at gera eina lóg, sum ásetur tal á kvinnuligum og mannligum valevum, men heldur, at fólk verða tilvitað um, at kvinnur skulu upp í politikk, tí tær eru helmingurin av fólkinum. Har hevur Javnstøðunevndin eina uppgávu, og eisini politisku flokkarnir. Longu nú eiga vit at fyrireika okkum væl til næsta val, eitt nú við at fáa flokkarnar at taka støðu til, um fólkaræðið er nóg væl umboðað, um kvinnur ikki eru við. Politiska tilvitið í flokkunum er ikki komið longur enn, at flokkarnir siga sum so, at tað ikki sær gott út, um kvinnur ikki eru við. Eingin flokkur stillar upp uttan kvinnur, tí sær ikki gott út og bara tí.
Valúrslitið vísir greitt, at tað er lættari at fáa eitt gott persónligt val, um tú framman undan ert kend ella kendur fyri eitthvørt.
- Vit skulu ikki undirmeta týdningin av at vera eitt kent andlit framman undan. At fólk kenna teg frá vinnulívinum, ítróttinum og øðrum, og um tú ert ein litríkur persónur. Nógv spælir inn. Sum konufólk fært tú atkvøður, um tú veruliga vísir, at tú dugir at føra teg fram, men eingin kvinna fær nakra atkvøðu forerandi. Men ert tú fyrst vald, kanst tú byrja at gera teg galdandi og tá er lættari at verða afturvald. Trupulleikin er í grundini at verða vald.
Nú samráðingar fara fram til nýggja samgongu, er at vóna, at kvinnur verða at síggja millum tey, ið fara at manna landsstýri.
- Eg vóni, at tað glógvar so mikið í flokkunum, at kvinnur eisini koma í landsstýrið. Við kvinnum í landsstýrinum, fáa vit nakrar fyrimyndir, sigur Turið Debes Hentze.
Heimasíðan
At fáa fleiri kvinnur inn á ting, varð endamálið hjá Javnstøðunevndini við endurskoðaðu heimasíðuni, sum hevur verið ógvuliga virkin seinastu vikurnar við nógvum áhugaverdum tilfari um kvinnunnar lut í samfelagnum.
- Tað er ilt at meta um, um tað hevur loyst seg, men vit hava í øllum førum roynt at gjørt ein mun. At gera vart við hendan problematikkin beint undan valinum, er nakað seint, heldur Turið Debes Hentze.
Samskiparin av heimasíðuni, Annika Wardum Joensen, heldur, at heimasíðan hevur munað.
- Eg rokni við, at fleiri hava valt kvinnur, tí fokus hevur verið á kvinnur, men tað er bara spell, at vit ikki fóru í gongd, áðrenn valevnislistarnir vórðu gjørdir. Um fýra ár er tað ógvuliga umráðandi at fáa fleiri kvinnur upp á listarnar. Fleiri kvinnur standa ovaliga á listunum í atkvøðutali hóast tær ikki vórðu valdar, bæði í Norðoyggjum og Eysturoynni, og tí kunnu vit vóna, at fleiri koma inn á ting og í landsstýrið, tá ið landsstýrið er mannað. Valúrslitið vísir greitt, at jú fleiri kvinnur stilla upp, fleiri atkvøður fáa tær samlað, sigur Annika Wardum Joensen.
Valskipanin
Fyri forkvinnuna í Kvinnufelaga Samskipan Føroya hevur valið verið ógvuliga spennandi.
- Eg hevði vónað, at fleiri kvinnur vórðu valdar hesa ferð. Tað vísir seg vónleyst at fáa fleiri kvinnur valdar, serliga úti um landið. Tað er harmiligt, at kvinnan á fólksflokslistanum í Norðoyggjum, sum hevur verið á tingi, fór longur aftur í røðini, og eisini, at Helena Dam á Neystabø als ikki rakk upp á listan í Suðurstreymoy. Hon hevur annað uppiborið, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í KSF.
Hóast allir floksformenninir í valstríðnum hava talað ímóti kynskvotering og kvinnulig valevni eisini, heldur Inga Ellingsgaard, at tað er einasta gongda leið.
- Soleiðis, sum valið er skipað, er tað trupult hjá konufólki at sleppa upp í part. Valskipanin er gjørd til menn og av monnum. Kvinnur hava ongantíð sagt, hvussu tær ynskja, at eitt val skal verða fyriskipað. Eg ivist ikki eina løtu í, at kvinnur hava áhuga í politikki og í valstríðnum hava tær borið síni sjónarmið væl fram innan øll øki, als ikki bara innan tey bleytu økini. Hóast kvinnurnar í mun til menninar ikki hava verið líka nógv frammi í sjónvarpinum, hava vit sæð nógvar ógvuliga raskar kvinnur, sum hava dugað væl. Hví tað ikki gevur størri úrslit, er tí veljarin vil tað øðrvísi eftir øllum at døma. Tíverri tekur tað so øgiliga langa tíð at broyta hugburð hjá fólki.
Inga Ellingsgaard heldur, at kvinnur tvørpolitiskt eiga at stuðla hvørja aðra.
- Eg veit, at tað kann verða ringt, tí tær eisini eru bundnar at sínum flokkum, men tær hava víst, at tær duga at arbeiða tvørtur um floksmørk.