Europeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur tikið avgerð um, at komandi EM-undankapping hjá kvinnum verður broytt soleiðis, at ongar innleiðandi kappingar verða fyri at sleppa við í sjálva undankappingina.
Hetta merkir, at Føroyar og hini londini, sum liggja í lægra endanum av styrkislistanum, koma beinleðis í undankappingina.
Føroyar luttóku í seinastu HM-undankapping, men fyrst skuldu Føroyar spæla innleiðandi kapping ímóti Turkalandi, Montenegro og Luksemborg. Ta kappingina vunnu Føroyar, og tí sluppu kvinnurnar við í undankappingina. Turkaland, Montenegro og Luksemborg sluppu ikki við í undankappingina.
Nú er so greitt, at øll kvinnulandsliðini kring Europa luttaka í næstu undankapping.
– Um vit skulu flyta kvinnufótbóltin upp á eitt hægri støði, er hetta vegurin fram. Og nú vita vit eisini við vissu, at landsdystir verða á skránni næstu tvey árini, og tað er sera týdningarmikið fyri okkum spælarar, sigur Heidi Sevdal, sum farna fríggjadag fekk heiðurin sum ársins landsliðsspælari 2018.
Lutakastið til komandi EM-undankapping hjá kvinnum verður síðst i februar, meðan fyrstu dystirnir í kappingini verða í august.