Kvinnurenningin verður 18. August

Triðja árið á rað skipar Bragdið fyri serligari kvinnurenning, og í ár verður hendan tann 18. august. Byrjað verður við upphiting uttan fyri studentaskúlan í Hoydølum, og síðani verður farið undir renningina. Teinturin er niðan á Ringvegin, til tyrlupallin yvir við Strond og síðani eftir gøtuni aftur til Studentaskúlan. Í alt er talan um 4,2 kilometrar, og hesir kunnu so rennast ella gangast. Alt sum venjingarstøðan er. Tilmelding til renningina fer fram á www.athletics.fo.