Kvinnur skulu hava betri møguleikar at eiga børn undan lestnaði

Tað heldur Bjarni Djurholm, sum ber fram spurningar viðvíkjandi hesum í Løgtinginum týsdagin

Tað heldur Bjarni Djurholm, sum ber fram spurningar viðvíkjandi hesum í Løgtinginum týsdagin.


Bjarni Djurholm spyr Bjørn Kalsø, landstýrismann í Mentamálaráðnum, hvørjar møguleikar landsstýrismaðurin sær í at víðka serligu veitingarnar til kvinnur í lesnaði, sum eiga børn.


Hann ynskir eina lýsing av, hvør kostnaðurin er at økja barnaískoytið til lesandi kvinnur við 1.000 kr um mánaðin, umframt eina lýsing av skipanunum, har kvinnur, sum eiga børn áðrenn lesnað, fáa lestrarløn í eitt 3-ára skeið, um tær velja at fara undir hægri útbúgving. At enda spyr hann landstýrismannin, um hann sær møguleikar í at broyta lestrarstuðulin soleiðis, at kvinnur, sum eiga børn undir lestnaði, kunna fáa lestrarløn í eitt ávíst áramál, umframt vanliga studningin.


Bjarni Djurholm sigur, at verandi útbúgvingarskipan og stuðulsskipan ger, at eitt vaksandi tal av ungum kvinnunum velja at eiga børn aftan á lokna útbúgving. Hetta hevur við sær at miðaltalið fyri, nær kvinnur eiga fyrsta barnið, er alsamt hækkandi. Bjarni sigur, at um ein hyggur eftir kanningum í øðrum londum, so vísa tær, at burðartalið minkar so hvørt, sum burðarmiðalaldurin hækkar. Hetta kann tí føra við sær, at fólkatalið í landinum minkar.


Bjarni Djurholm heldur, at ein møguleiki fyri at ávirka hesa gongdina hevði verið, at kvinnur, sum hava átt børn áðrenn lesturin byrjar, kunnu fáa lestrarløn í eitt 3 ára tíðarskeið. Upphæddin skal verða ásett pr. barn, og skal verða leys av lestrarstuðlinum. Hugsast kann, at mánaðarliga gjaldið fyri fyrsta barnið kann verða eitt ávíst krónutal um mánaðin, fyri næsta barnið nakað minni, og fyri triðja somuleiðis.


- Hugsa vit okkum, at 100 kvinnur fáa lestrarløn fyri eitt ávíst miðalbarnatal, sum veitir teimum tilsaman 4.000 kr. um mánaðin, kostar hetta landinum fyri hvørja kvinnu 48.000 kr. árliga, ella fyri landskassan 4,8 mió. kr. árliga fyri allar 100, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkinginum til spurningin, ið hann spyr landstýrismannin týsdagin.


Bjarni heldur, at ein slík lestrarlønarskipan hevði tryggjað kvinnum, sum valdu barnsburð áðrenn útbúgving, møguleika aftaná at taka eina útbúgving á bachelor-støði.


Hvussu ein slík skipan verður samskipað við verandi barnafrádrátti og veitingum annars, heldur Bjarni, at ein kanning av skipanini eigur at lýsa.


Ætlanin er, at skipanin skal vera sjálvboðin, og bert ein positivur møguleiki afturat, fyri kvinnur undir lestnaði. Á tann hátt hava tær kvinnur, sum velja siðbundnu lestrargongdina beint aftaná miðnámsskúla, óbroyttar møguleikar til tess.