Kvinnur kunnu um tær vilja

Kvinnurnar í Føroyum sleppa framat allastaðni, bara tær sjálvar hava hug til tað

 

- Tær føroysku kvinnurnar sleppa framat allastaðni, men á kvinnudegnum eigur fokus at vera á, hvussu tær kunnu gerast enn sjónligari í samfelagnum.

 

Soleiðis segði Ingi Sørensen, tá hann fríggjadagin saman við Ninu Brockie og Siri Sørensen mannaði panalið í sinnapartssendingini á Rás2.

 

Eitt av evnunum snúði seg um altjóða kvinnudagin.

 

- Eg haldi, at vit eiga at varpa ljós á, hvussu vit fáa eitt familjulív og eitt arbeiðslív at hanga betur saman, tí tað vísir seg, at tað er ofta hesum, alt botnar í, segði Siri Sørensen, sum eisini vísti á, at vit eiga at góðtaka, at tað eru ikki allar kvinnur, ið ynskja at gera ta heilt stóru karrieruna.

 

Hesum var Nina Brockie  samd í.

 

-  Tað eru nevniliga eisini tær kvinnurnar, sum ikki eru áhugaðar í at arbeiða so nógv, teimum skal tað eisini vera pláss fyri, og tann hugburðin eiga vit eisini at virða, segði Nina Brockie.

 

Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna.

 

 

Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið um kvinnudagin.