- Allur heimurin skríggjar eftir, at kvinnur eisini átaka sær leiðsluna. Støðan er alt ov álvarslig til bara at lata upp í hendurnar á monnum. Ella halda tit sjálvar, at tað gongur so gott? Hygg eftir Irak. Hygg eftir umhvørvinum. Hygg eftir búskaparkreppuni. Hava teir, við 8000 árum í forspringi, gjørt tað nóg gott? Kunnu vit ikki gera tað bara eitt lítið sindur betri? Systrar - tíðin er búgvin, til at taka medborgaraskylduna í álvara, at taka politiskt leiðaraskap og medábyrgd. Nú vit hava fingið rætt at taka lut, hava vit sanniliga eisini skyldu til tað!
Uppsangin eigur Hanna Vibeke Holst, høvundin handan bøkurnar um kongar, drotningar og prinsessur í donskum politikki. Seinastu dagarnar hevur hon verið gestur hjá Demokratia og Javnstøðunevndini, og í hesum sambandi hildið fyrilestrar um javnstøðu í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Og hon leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hon leggur eftir nútímans kvinnum, sum, eftir hennara tykki, fullkomiliga tykjast at hava gloymt stríðið fyri javnstøðu, meðan tær hava lullað seg niður í eina hvíta sofu framman fyri Sex in the city.
Tí, hóast kvinnan bæði hevur útbúgving og útiarbeiði, vil hon ikki bjóða seg fram at leiðsluni. Tað eru framvegis mannfólkini, sum tjena 2/3 av inntøkunum í landinum. Og tað eru teir, sum skapa og stýra, meðan kvinnan røktar og umsitur, bæði úti og heima.
Hanne Vibeke Holst samanber nútímans kvinnur við húsmøður fyri 50 árum síðani. Meginparturin av orkuni verður brúkt til at pussa fasaduna, at síggja gott út, at gera góðan mat og at keypa teir røttu ljósastakarnar ella merkjaklæðir til børnini, sum eru smá lívsprojekt í kappingini um succes.
Kellingaflís í eygað
50 ára gamla Hanne Vibeke Holst, journalistur og rithøvundur, vaks sjálv upp í einum smáborgarligum patriarkalskum umhvørvi í lítla býnum Løkken í Norðurjútlandi. Í einum heimi, har bæði foreldrini vóru rithøvundar. Men, meðan pápin tók sær pláss og tíð at sita og skriva inni á skrivstovuni í dagar og vikur, við sálarligum upp og –niðurtúrum, sat mamman úti við spísiborðið við skrivimaskinuni. So hvørja ferð familjan skuldi eta ella klæðir leggjast saman, mátti borðið, og hennara ritverk, ruddast av vegnum.
Sum so nógvar aðrar kvinnur fekk Hanne Vibeke Holst tað, sum hon rópar kellingaflísina í eygað í sjeytiárunum.
- Tá tú hevur fingið kellingaflísina í eygað, fer hon ongantíð úr aftur. Hon ger, at tú brádliga sært lívið, sum tað veruliga er, og ikki sum tú kundi ímynda tær tað, sigur Hanne Vibeke Holst.
Hetta, saman við íborna huginum at siga søgur, hevur havt við sær, at flestu bøkur hennara so ella so snúgva seg um kvinnur og vald, bæði í almenna rúminum og heima við hús.
Tað er ein reyðsokkatráður ígjøgnum allar bókunum, sum av litterera parnassinum hava verið skírdar feministiskur lættisoppalesnaður. Kortini eydnaðist tað henni at fáa tær størstu donsku bókmentavirðislønirnar í ár fyri nýggjasta bókaverkið um kvinnur í politikki.
Feministiskt medvid
Skalt tú framat valdinum, og vilt tú varðveita tað, so noyðist tú at hugsa feministiskt. Hetta var ein av høvuðsboðskapunum hjá Honnu Vibeke Holst í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið.
- Tær ungu kvinnurnar halda, at kynini eru líkastillað. Men tað eru vit als ikki, staðfestir Hanne Vibeke Holst. Tí, sum hon sigur: ein maður, sum bjóðar seg fram at valdinum, ger bara tað, sum hevur verið væntað av honum líka frá barnsbeini. Meðan ein kvinna, sum bjóðar seg fram, gongur ímóti tí, sum samfelagið vanliga krevur av einari kvinnu. Tí hon skal jú allarhelst vera fitt og arbeiða niðursetta tíð og vilja frið og semjur – og ikki grótharðan maktkamp, har knívarnir flúgva gjøgnum luftina og av og á lenda millum rivjabeinini í rygginum.
Á tiltakinum í gjárkvøldið kom Hanne Vibeke Holst við fleiri dømum um, at tær, sum stinga nøsina fram í politikki, nokk skulu blíva kanøflaðar, um tær ikki eru á varðhaldi og hava eitt feministiskt medvit. Til dømis við eyknevnum sum Gucci-Helle og almennum viðmerkingum um útsjónd, vekt, kropp og mammuleiklutin. Og maðurin, sum situr púra einsamallur heima og ”fær ikki nokk”, og vermamman, sum tekur synd í soninum, tí hann hevur eina vánaliga konu.
- Tú noyðist at hugsa feministiskt, tá tú bjóðar tey fram. Tí har eru fleiri, sum vilja teg til lívs. Bæði mannligir politikarar, sum absolutt ikki halda tað vera stuttligt, at lata valdið frá sær, men so sanniliga eisini vanlig fólk, sum bara ikki tola, at kvinnur ganga egnar leiðir og seta sær politisk mál, segði Hanne Vibeke Holst.
Gakk eftir maktini
Ritt Bjerregaard, yvirborgmeistari í Keypmannahavn og fyrrverandi lands- og europapolitikari, er ein av fremstu fyrimyndunum hjá Honnu Vibeke Holst. Bæði persónliga og í bókum hennara.
Ein av lærusetningunum hjá Ritt Bjerregaard er, at um tú veruliga vilt, so mást tú vera til reiðar at fara eftir teimum høgu sessunum í politikki.
Men Hanne Vibeke Holst er eisini greið um, at tað eru nógvar forðingar/umberingar fyri ikki at taka lut. Ítøkiliga nevnir hon uppreklameraða móðurleiklutin, ójavnstøðuna í mun til barnsburðarfarloyvi og hetta við, at kvinnur eru so ljótar við hvørja aðra. Tí mælir hon til, at vit skulu stuðla teimum, sum bjóða seg fram. Eisini um vit eru politiskt ósamdar. Við at netverka og fylkast, so vit sleppa burtur úr demokratiska undirskotinum. Tí prísurin fyri at verða kúgað, er nógv hægri, enn prísurin fyri at taka maktina.
- Vit eru komin so langt í dag. Børnini kunnu verða ansað og kvinnur hava fakligu førleikarnar. Nú mangla tær bara at bjóða seg fram, droppa perfektheitsgenið og minnast, at ongin kemur smílandi til valdið.
--
Medborgaraskapur
Medborgaraskapur er kenslan av at hoyra til ein størri felagsskap, at hava sosiala ábyrgd og rættindi og skyldur innan fyri felagsskapin. Medborgaraskapur snýr seg serliga um, at luttaka í menningini av felagsskapinum.
--
Feminisma
Tey, sum ynskja, at kvinnur skulu hava somu møguleikar sum menn, kunnu rópa seg feministar
--









