Kvinnulagnur við stíli

Dorrit Willumsen hátíðarheldur í hesum døgum síni 40 ár sum høvundur við útgávuni av stuttsøgusavninum Den dag jeg blev Honey Hotwing.

Í nýggju stuttsøgum fáa vit søgurnar um nýggju einligar kvinnur og teirra tráanir. Men nei, lesarin kann ikki gita seg til restina. Tí sjálvt um kærleikin er kjarnin í teimum flestu av søgunum, fær hann hvørja ferð eitt heilt óvæntað skap. Og sjálvt um dreymarnir, sum standa hesum kvinnum í boði, eru teir vanligu, fær tráanin okkurt ekta og sorgblítt yvir sær. Við lyriskum flogi og blóðugum speisemi fær høvundurin sannført lesaran um, at dreymurin um at verða ein onnur, ikki er ein flýggjan, men sjálv drívmegin í at liva  eisini sjálvt um úrslitið er ein røð av stillum eksistensum, sum geva eina krúpandi kenslu av spiltum lívi.
Tað krevur ein høvunda av Willumsenskum formati at sigla í tíðarinnar vandasjógvi av beiskum og vónbrotnum kvinnum. Tí blíva søgurnar í Den dag jeg blev Honey Hotwing hvørki Bridget-Jones-hysteriskt stuttligar ella gamaltfeministiskt samfelagsrevsandi  og lesarin dregur líkasum andan lættari, saman við henni sjálvari, sum langtandi staðfestir Onkuntíð hevði eg ynskt, at eg varð forelskað í einum astronauti. Vektleysur og hvítur sum ein eingil við innbygdum toiletti.!

Dorrit Willumsen, Den dag, jeg blev Honey Hotwing,
Gyldendal, 2005