Kvinnufyrilestur hjá Føroya Banka

Mikukvøldið 8. november kl. 19.30 bjóðar Kvinnuforum hjá Føroya Banki til fyrilestur við Lisbeth Nebelong undir heitinum “Ráð til at liva.” Fyrilesturin verður á Meiarínum í Tórsgøtu í Havn.
Tiltakið er framhald av teimum sera væl vitjaðu íløgukvøldunum fyri kvinnur, sum Føroya Banki skipaði fyri í august. Á hesum kvøldunum fingu allir luttakararnir bókina “Råd til at leve – sund økonomi for begyndere” hjá Lisbeth Nebelong sum gávu.
Lisbeth Nebelong hevur skrivað fleiri bøkur um fíggjarviðurskifti og heldur ofta fyrilestrar kring um í Danmark. Hon skrivaði eisini skaldsøguna “Når englene spiller Mozart,” ið snúði seg um Føroyar. Tekning til tiltakið fer fram á heimasíðuni hjá Føroya Banka.