Kvinnufelag mótmælir Manntali

Kvinnufelagið í Havn mótmælir staðiliga, at fólkateljingin, sum Landsstýrið hevur sett at verða hin 11.11.2011, hevur fingið margháttliga og ekskluderandi heitið »Manntal«.

Kvinnufelagið í Havn sigur, at hesi mongu seinnu árini hava vit lagt okkum eftir at fáa bæði kynini við í málið, eitt nú við orðum sum forkvinna, løgtingskvinna og øðrum vøkrum orðum, sum hvørja ferð hava fingið góða móttøku. Tí vilja vit gera vart við, at tað er eitt stórt afturstig, tá almennir myndugleikar nú ganga á odda og broyta kynsneutral orð sum fólkateljing, til eitt orð, sum er so tengt at kyni sum manntal.

- Tí er tað sera hugstoytt, at vit nú skulu teljast í manntal, heldur enn luttaka í eini fólkateljing. Orðið maður hevur í fleiri ár verið undir hørðum trýstið, tí tað merkir IKKI menniskja, men eitt menniskja av kallkyni, sigur felagið, sum eisini vísir á, at mál gevur okkum menniskjum samleika. Við ongum máli, ella við einum máli, sum tú kennir teg útihýsta úr, ber illa til at siga, hvør tú ert.

- At brúka orðið Manntal og ikki orðið fólkateljing, ella eitthvørt annað kynsneutralt orð, kennist sum ein vanvirðing fyri kvennkyninum og okkara rættindum sum mentanar- og málberar á jøvnum føti við menn. Manntal er ikki eitt orð vit í Kvinnufelagnum í Havn kenna okkum tryggar við ella kunnu identifisera okkum við. Vit eru kvinnur, konur og gentur, men ikki menn. Skiljið tað so! Orðið manntal útilokar helvtina av landsins borgarum og skapar ikki neyðugu positivu assosiatiónirnar og móttøkuna millum kvinnur, sum fólkateljingin hevur stóran tørv á, skulu allir borgarar luttaka.

- Vit í Kvinnufelagnum í Havn heita tí staðiliga á teir, sum hava tikið hesa løgnu avgerð, um at broyta hana alt fyri eitt, so allir borgarar landsins kenna seg vælkomnar í fólkateljingina 11.11.2011, sigur felagið.