Hvussu sær javnstøðu-landslagið í Føroyum út? Hvussu fáa vit fleiri kvinnur í stjóra- og nevndarsessir? Hvat skal ítøkiliga til fyri at fáa javnstøðu? Á altjóða kvinnudegnum, 8. mars, bjóða Leiðandi Kvinnur í Vinnu og Norðurlandahúsið til kjak um javnstøðu.
Javnstøða verður vend hagfrøðiliga, kynsfrøðiliga og skemtiliga, eins og dømi verður víst um væl virkandi javnstøðu í praksis. Tiltakið endar við kjaki millum umboð fyri vinnuna og politiska myndugleikan.