Kvinna meldað mann fyri neyðtøku í nátt

Løgreglan hevur handtikið mannin og nú verður málið kannað

Mitt í nátt ringdi ein kvinna í Havn til løgregluna og boðaði frá, at ein maður hevði neyðtikið hana.

 

Tey høvdu verið í veitslu, og tað endaði við, at hann neyðtók hana.

 

Løgreglan handtók mann stutt eftir heima við hús, og hann varð tikin við á løgreglustøðina til avhoyringar.

 

Maðurin váttar, at hann og kvinnan hava verið samanm, men hann noktar fyri at hava neyðtikið hana, tí tað var ikki hansara uppfatan av støðuni.

 

Tey eru væði tilkomin fólk og løgreglan sigur, at í løtuni verður málið kannað. Talan er um læknaligar kanningar á Landssjúkrahúsinum, umfrat at tey royna at tryggja sær tey teknisku prógvini, ið kunnu vera í einum slíkum máli.

 

Úrslitið av kanningunum verða so avgerandi fyri, hvat hendir víðari í málinum, og um maðurin verður førdur fyri rættin við kravi um at verða varðhaldsfongslaður ímeðan málið verður lýst út í æsir.