KVF fylgdi ikki almenna setanarpolitikkinum

Mentamálaráðið finst at málsviðgerðini í samband við setanina av nýggjum tíðindaleiðara á Kringvarpi Føroya

Mentamálaráðið finst at Kringvarpi Føroya í samband við setanina av nýggjum tíðindaleiðara í novembur 2013. Serliga finst Mentamálaráðið at, at almenni setanarpolitikkurin ikki var fylgdur. Hetta kemur fram í málsviðgerðini av kæruni frá einum av umsøkjarunum, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í.

 

Ein av umsøkjarunum, Eivind Jacobsen, valdi at klaga starvssetanina til Mentamálaráðið, sum nú er liðugt at viðgera málið.

 

Ein av klagunum var um tað, at leiðslan í Kringvarpinum var ógegnið í málsviðgerðini, við tað at eini umsøkjarin starvaðist i Kringvarpinum. Hesum var Mentamálaráðið tó ikki samd við kæraranum í, og metti, at tað, at fólk arbeiða saman, ger tey ikki ógegnið í eini tílíkari málsviðgerð. 

 

Hinvegin finst Mentamálaráðið harðliga at, at Kringvarp Føroya boðsendi ov fáum fólkum til setanarsamrøðu. Løgtingsins umboðsmaður hevur í einum øðrum máli staðfest, at siðvenja innan almenna geiran eigur at vera, at minst trý fólk verða boðsend til setanarsamrøðu.

 

Fimm umsóknir vóru til starvið, og Kringvarpið boðsendi tveimum teirra til samrøðu. Mentamálaráðið heldur, at Kringvarpið átti at fylgt almenna setanarpolitikkinum, serliga tá eini umsøkjarin, ið ikki varð boðsendur, til lítar uppfyldi krøvini til starvið sambært umsóknini.

 

Kærarin fanst eisini at grundgevingunum, sum hann og hini, ið ikki vóru biðin til samrøðu, fingu. Tað vóru standardbrøv, uttan ítøkiligar grundgevingar fyri hvønn einstakan umsøkjara. Umsøkjararnir vóru ikki ein gong nevndir við navni. Mentamálaráðið metir, at av tí at tað einans vóru fimm umsøkjarar, var eingin orsøk hjá Kringvarpinum ikki at taka sær stundir til at skriva persónligar grundgevingar til hvønn einstakan umsøkjara.

 

Mentamálaráðið afturvísti kortini tí partinum av kæruni, sum var um at setti tíðindaleiðarin var settur av politiskum ávum, tí hon hevði rættan politiskan lit. Mentamálaráðið kom til ta niðurstøðu, at hóast ein persónur hevur starvast í ávísum politiskum umhvørvi, sigur tað einki um politisku sannføringina hjá viðkomandi.

 

Alt í alt metir Mentamálaráðið tó ikki, at brotini á almenna setanarpolitikkin og annað, tala fyri at ógilda starvssetanina, og Mentamálaráðið staðfestir tí avgerðina hjá leiðsluni fyri Kringvarpið at seta Liljuna Weihe í starv sum tíðindaleiðara á Kringvarpinum.

 

Niðurstøða Mentamálaráðsins er soljóðandi:

Vísandi til omanfyri standandi hevur málsviðgerðin í Kringvarpi Føroya ikki í nøktandi mun verið í samsvari við almenna setanarpolitikkin, sbr. mál hjá Løgtingsins Umboðsmanni dagfest 22. septembur 2005, og grundgevingarnar til tríggjar av umsøkjarunum lúka innihaldsliga ikki í nøktandi mun krøvini til grundgeving sambært galdandi fyrisitingarrætti.

 

Hóast hesar málsviðgerðarfeilir, er ítøkiliga avgerðin hjá Kringvarpi Føroya um at seta Liljuna Weihe í starvi sum tíðindaleiðari eftir meting Mentamálaráðsins grundað á saklig og viðkomandi atlit innan fyri karmarnar av leiðslurættinum. Harumframt tala atlit til Liljuna Weihe ímóti, at hesir feilir eru at meta sum týðandi feilir við teirri lógfylgju, at avgerðin átti at verið ógildað.