Høgni Danielsen hevur søkt Tórshavnar býráð um at ríva gamla bygningin niður og byggja uppaftur av nýggjum. Hetta skal byggi- og býarskipanarnevndin taka støðu til á næsta fundi, og tá fær Høgni endaliga at vita, um hann kann ríva niður. Um hann ikki fær loyvi til tess, má hann taka gamla betongið niður í pettum. Hetta er torførari og meira tíðarkrevjandi.
Ein partur av bygninginum er stoyptur umaftur, men tað, sum ikki er stoypt umaftur, skal helst rívast niður, sambært eigaranum, sum hevur átt bygningin í fimm ár.
? Tann parturin av bygninginum, sum vit ikki hava styrkt, er í sera ringum standi og einki verdur. Betongi er illa farið, og tí hevði tað besta verið at rivið hann niður, sigur Høgni Danielsen.
Gingið striltið
Arbeiðið við at umbyggja gamla Kvøldlot hevur leingi ligið á láni, tí stríð við grannar og býráðið hevur tarnað arbeiðnum somikið nógv, at torført hevur verið at fáa gongd á.
Fyrst misti Høgni tað økið, har rottangin, oljutangin og oljufýrið stóðu á, og tí mátti hann flyta tað inn í bygningin. Eisini skuldi neyðhurðin flytast í annað stað. Hetta hevur tarnað arbeiðnum nógv, samstundis sum býráðið skal góðkenna allar ætlanir.
Arbeiðið hevur staðið stilt í hálvtannað ár, men nú kemur væntandi gongd á aftur. Orsøkin til at steðgur kom í arbeiðið var, at býráðið kravdi nýggjar tekningar av bygninginum, tí tað kravdi ymsar broytingar. Samráðingar millum partarnar hava verið drúgvar, og tí er arbeiðið so nógv seinkað.
Í løtuni arbeiðir Høgni við at grava út í niðaru hæddini, har hann ætlar, at pláss skal vera fyri fýrrúmi. Øll tann niðara hæddin skal gravast út, so rúmligari verður í bygninginum.
Høvuðsdyrnar og neyðútgongdin skulu vera omaneftir móti sjónum, og Høgni hevur fingið loyvi at byggja einar tríggjar metrar omaneftir.
Tørvur á matstovum
Hóast fleiri matstovur eru í høvuðsstaðnum, so heldur Høgni Danielsen avgjørt, at tørvur er á einari afturat. Hann sigur, at fólk mangan hava trupulleikar at fáa pláss á matstovum um vikuskiftið.
Ætlanin er, at matstovan skal vera í ovaru hæddini, og dansihøli skal vera í neðra. Ovara hæddin er 185 fermetrar, og niðara hæddin er 165 fermetrar. Sostatt er hampuligt pláss, tá alt er liðugt.
Navnið á matstovuni verður Maxim og dansihøli verður kallað Royal Club. Sum nøvnini benda á, so verður hetta staðið í fínara endanum. Væntandi fer eigarin at leggja seg eftir at fáa meira tilkomin fólk á vitjan.
Høgni Danielsen torir ikki at siga nakað um, nær bygningurin stendur klárur at taka í nýtslu.