Kappingarárið í kurvabólti er byrjað aftur. Leygardagin verður dystur í Trygd-kappingini millum felagið í Klaksvík – Hávur – og Ravn av Toftum. Dysturin hevur eitt søguligt sjónarhorn, tí hetta verður fysti dysturin hjá Hávi í Klaksvík á heimavølli.
Les eisini: Feðgar skrivaðu søgu í grannasigri
Hávur luttekur í føroysku kappingini á øðrum sinni, men hevur ikki spælt sínar heimadystir í Klaksvík. Nú eru kurvabóltskurvar komnar upp í KÍ-høllini, sum gera at Hávur nú kann spæla sínar heimadystir í Klaksvík.
Í tí sambandi bjóðar Hávur til dyst leygardagin klokkan 17, og tað er ókeypis atgongd.










