Kurla
Smíðað orðið hevur Jóan Hendrik Winther Poulsen, sum starvast á Føroyamálsdeildini. Nú hevur barnagarðurin hjá Føroya Tele fingið heitið Kurl@ eftir nýggja orðinum kurla fyri @. Hvønn týdning hevur hetta fyri orðið sjálvt og merkir hetta kanska, at orðið fer at verða verandi í føroyska málinum framyvir. Sosialurin spurdi orðsmiðin, hvat hann sjálvur helt.
? Jú, tað er væl hugsandi, sigur Jóan Hendrik Winther Poulsen. ? Føroya Tele og barnagarðurin hava valt at nýta hetta heitið, og kanska stimbra teir eisini orðinum á henda hátt. Hetta kann væl merkja, at uppskotið, sum eg kom við av fyrstan tíð er vorðið góðkent.
Jóan Hendrik Winther Poulsen sigur sjálvur, at hann hevði tað norska "krøll-alfa" í huganum tá hann kom við orðinum.
? Kurla er jú eitt føroyskt orð fyri krúlla. Snápul er ikki eitt gott føroyskt orð, og tá tú hyggur eftir tekninum sjálvum er sjálvur snápulin eitt sindur ov langur at vera ein snápul. Att er upprunaliga ein gomul, latínsk stytting, sum varð brúkt í rokniskapi. Ad, søgdu teir tá, og merkir tað hjá ella til.
Tað byrjaði við, at Jóan Hendrik skrivaði ein stubba til eitt av bløðunum um hesa góðu kurlu. Hann helt orðið hava ein ógvuliga skemtingarsaman dám, og tað vísir seg, at á onkran hátt hava fólk tikið við hesum.
?Hetta var bert eitt uppskot sum so mong onnur. Viðhvørt riggar tað, og viðhvørt ikki, sigur orðsmíðarin. ?Alt er eitt sindur undarligt í byrjanini, tað gongur ein tíð áðrenn fólk hava vant seg við tað.
Tó skerst ikki burtur, at tað ljóðaði, sum málfrøðingurin var glaður fyri, at fólk hava tikið so væl móti nýggju kurluni, sum helst skjótt verður ein partur av okkara dagligu talu.