Kunnu verða kvald í hesum togunum

Verða hesir fimleikaringarnir ikki brúktir rætt, kunnu teir verða lívshættisligir

Nema ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av fimleikaringum, sum eru seldir í Føroyum. Nema sigur, at verða fimleikaringarnir ikki brúktir eftir forskriftunun, er vandi fyri at verða kvaldur í togunum, teir hanga í. Tí hevur framleiðarin, Trævarefabrikernes Udsalg, nú gjørt av kalla ringarnar inn aftur.

 

Seinasta vikuskiftið hendi eitt keðiligt óhapp hjá einum barni í Danmarki, sum spældi við ringunum. Barnið fekk togini um hálsin og datt síðani, so at høkan kom at hanga á ovasta parti av ringinum, og togini táttaði í aftan fyri oyruni. Barnið var tí í vanda fyri at verða kvalt. Tíbetur vóru fólk beinanvegin varug við støðuna og barnið varð bjargað og er uttan fyri lívsvanda, sigur Nema.

 

Hesi seinastu árini hevur Trævarefabrikernes Udsalg selt einar 6.000 fimleikaringar í Danmark og einar 400 í Føroyum. Tey siga, at tey leggja stóran dent á trygd ikki minst tá ið tað snýr seg um børn. Vit mæla altíð til, at børn eru undir eftirliti, tá tey brúka fimleikaringarnar, sigur Nema frá Henrik Lange, sum er stjóri hjá Trævarefabrikernes Udsalg.

 

Vit meta, at togini, ringarnir hanga í, kunnu elva til lívsvanda, verða teir ikki brúktir eftir forskriftunum, og tí kalla tey ringarnar aftur. Øll sum hava keypt fimleikaringar hjá Trævarefabrikernes Udsalg kunnu sjálvandi lata teir innaftur og fáa peningin aftur. Hetta er eisini galdandi, hóast ein ikki longur hevur kvittanina fyri ringarnar.

 

Í Føroyum kunnu ringarnir latast innaftur hjá Nema.