Byggingin av røktarheiminum í Vestmanna er nú komin so væl áleiðis, at til ber at søkja um fast búpláss ella umlættingarpláss á heiminum.
Heimið verður væntandi tikið í nýtslu um mánaðarskiftið august september.
Á heiminum verða 24 pláss, og nøkur av plássunum fara til tey, sum eru í sambýlinum. Sambýlið letur aftur, tá ið røktarheimið letur upp.
Røktarheimið í Vestmanna hevur ikki fingið nakað navn enn. Tað verður almannkunngjørt, tá ið heimið letur upp, sigur Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna.
Tey, sum skulu søkja um pláss á heiminum, skulu venda sær til Øki 2 hjá Almannaverkinum.