Kunnu nú lesa FHS í Hovi

Ikki síðan nítiárini hevur tað borið til hjá suðuroyingum at lesa FHS í egna heimstað, men nú hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, givið boð um, at FHS Yrkisnám skal verða eitt av útbúgvingartilboðunum til suðuroyingar komandi skúlaár. Tað upplýsir Ole V. Laursen, leiðari á miðnámsskúlanum í Suðuroy, á heimasíðuni hjá skúlanum.


FHS er støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu og er sett saman av yrkislærugreinum og almennum lærugreinum. Flest allar lærugreinirnar enda við C stigi. Lestrartíðin er eitt ár.


Skúlaleiðarin útilokar ikki, at næmingar møguliga kunnu lesa víðari á skúlanum eftir eitt ár á FHS.


- Vit vita heldur ikki við vissu, um ein Búskaparbreyt verður sett á stovn, sum framhald av FHS. Um so verður, ber til at lesa tvey ár afturat og taka prógv sum handilsstudentur. Annars ber eisini til at halda fram í Havn ella í Kambsdali, skrivar Ole V. Laursen á heimasíðuni hjá skúlanum.


Tað verður Miðnámsskúlin í Suðuroy, ið fer at standa fyri nýggju útbúgvingini, ið verður skipað sum dagundirvísing.