Nú hevu tú loyvi til at hava eitt pikkalítið sindur meiri av tollfríum rúsandi løgi við sær í land, tá ið tú hevur verið uttanlands at ferðast.
Taks hevur nevniliga sett nýggjar reglur fyri, hvussu nógv tað ber til at hava við sær í land.
Nýggju reglurnar eru settar í gildi fyri at nøgdin, tað ber til at hava í land, skal samsvara betri við støddina á fløskunum, sum rúsdrekka vanliga verður selt í.
Higartil hevur tað verið loyvt at hava fýra litrar av borðvíni við í land, tað svarar til 5,3 vanligar fløskur av víni. Men nú er tað markið hækkað til 4,5 litrar, og sostatt er nú loyvt at hava seks vanligar fløskur av borðvíni við sær í land, tollfrítt.
Av tí sterkara víninum, heitvínum, hevur tað verið loyvt at hava tveir litrar við sær, tollfrítt, tað eru 2,6 vanligar fløskur. Men nú er hámarkið hækkað upp í 2,25 litrar, sum svarar til tríggjar fløskur av heitvini, sum tað ber til at hava við sær í land, tollfrítt.
Samstundis er tann broyting nú eisini gjørd, at hereftir verður Cider ikki longur flokkað sum vín, tí hereftir verður tað flokkað upp í øl - og so er snúsið sett á listan saman við tubakki at balla, sigur Taks.










