Frakland er til reiðar at tosa við hini londini í Libya-átakinum um at lata uppreistrarmonnunum vápn til bardagan ímóti herinum hjá Gaddafi. Franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppé, ásannar, at ST-samtyktin um Libya-átakið sigur einki um, at altjóða samfelagið kann lata uppreistrarmonnunum vápn, men at Frakland kortini leggur uppskotið fram.
Tað var Frakland, sum legði lunnar undir átakið í Libya, og tey fyrstu stríðsflogførini, sum søktu at málum í Libya, vóru fronsk.
Á Libya-fundinum í London í dag kom Italia við einum uppskoti um at senda Muammar Gaddafi í útlegd. Tá tíðindafólk spurdu Alain Juppé, um Frakland tekur undir við italska uppskotinum, svaraði franski uttanríkisráðharrin:
-Libyski leiðarin hevur onga framtíð í Libya.