Verður Grikkaland slept upp á fjall, soleiðis at landið fer á húsagang, fer eingin uttan fyri økið at gera íløgur í evruøkinum, og tað kann fáa ógvusligar avleiðingar, sum tá amerikanski bankin Lehman Brothers fór av knóranum í 2008.
Tað segði týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, í sjónvarpssamrøðu við tíðindastovuna Reuters í gjár.
-Lata vit Grikkaland fara á húsagang, fer tað at ávara íleggjarar um, at tað sama kann henda í Spania, Belgia, ja øllum londum í evruøkinum. So hevði ikki eitt einasta menniskja gjørt íløgur í ES longur, segði týski kanslarin.