Kunnu geva fólki tað, tey biðja um

Við nýggju ferðaætlanini hjá Norrønu væntar Smyril Line at økja munandi um inntøkurnar. Við at sigla tvær ferðir um vikuna millum Føroyar og Danmark og einaferð um vikuna til Íslands, vætnar felagið sær stórn vøkstur á nógv størstu marknaðunum, sum eru Føroyar og Týskland

Smyril Line og flaggskip føroyinga, Norrøna, hava verið í sonnum brotasjógvi seinastu tíðina. Eftir at hava ligið tungt í sjónum í longri tíð, varð reiðaríið bjargað, tá løgtingið gjørdi av at seta pengar í felagið. Var tað ikki gjørt, so fór felagið í gjaldssteðg næstsíðsta mánadag, og Norrøna hevði verið svínabudnin í Bergen, boða nevnd og leiðsla felagsins frá.

Málið um at játta pengar til felagið varð skundað ígjøgnum tær tríggjar tingviðgerðirnar og endaliga avgreitt í løgtinginum leygarnáttina um trýtíðina.

Áðrenn leiðslan í felagnum kom til landsstýrið at biðja hjálp, varð roynt at fáa pengar frá verðandi partaeigarum og øðrum hugsandi íleggjarum. Men uttan úrslit.

Vit hava biðið stjóra felagsins, Petur S. Holm greitt okkum frá, hvør bjargingarætlanin er:


Tørvur á 32 mió krónum her og nú

- Vit hava gjørt eina ætlan, sum vit grunda á beinleiðis sparingar og upp á hækkaðar farmainntøkur, sum vit longu hava avtalað – og ikki upp á mettar eykainntøkur, sigur Petur Holm.

Smyril Blue Water leigar ein ávísan part av dekkinum umborð á Norrønu til ein fastan prís, og so ráða teir fyri tí partinum av dekkinum.

Undir tingviðgerðini varð eisini ført fram, at Smyril Line átti at bjóða dekkið út til onnur skipafeløg enn Smyril Blue Water.

- Bæði í 2005 og í 2007 varð dekkið boðið út. Eimskip bjóðaði, men boðið frá Smyril Blue Water var hægri, sigur Petur Holm, sum vísir á, at hetta er orsøkin til samstarvið við Smyril Blue Water.

Fyri at verkætlanin skal eydnast, tørvar Smyril Line 65 milliónir krónur fyri 1. apríl –  og 32 milliónir krónur beinanvegin.


Transitt ferðafólk

Higartil hava fólk, sum ferðast av Meginlandinum til Íslands verið noydd at steðgað í Føroyum í tveir dagar. Hetta fer ikki at bera til eftir nýggju ferðaætlanini.

- Nú fer at bera til hjá fólki at steðga er í hálvanfjórða dag. Tað meta okkara sølufólk vera væl hóskandi, tí tú fært munandi meira burturúr sum ferðafólk við at steðgurin verður eitt sindur longri, sigur Petur Holm. Eisini ber til at steðga í Føroyum í eina heila viku.

Stórur eftirspurningur er eftir rutuni millum Føroyar og Danmark, tí blívur tað ein fløskuhálsur til íslands. Vit hava verið noydd at hækka prísin fyri at minka um eftirspurningin og roynt at fingið t. d. týskarar at ferðast gjøgnum Noreg ella Skotland beinleiðis til Islands, men framvegis er stórt trýst á leiðini millum Føroyar og Danmark, sigur Petur Holm, sum legur afturat, at tað uttan iva verður lættari at selja ferðaseðlar nú, tí rutunetið er nógv einfaldari. Fyri nógv ferðafólk hevur “diamantsiglingin” verið so torskild og ring at gjøgnumskoða.

Nú verður einfaldari, tí summarferðaætlanin hjá Norrønu í 2009 verður: Hanstholm, Tórshavn, Handsholm, Tórshavn, Seyðisfjørður, Tórshavn, Hanstholm.


Hongur saman fíggjarliga

Økti vinningurin hjá Smyril Line við nýggju avtlauni við Smyril Blue Water er 30 milliónir krónur. Samlaða økta inntøkan verður 54,4 milliónir um árið hjá Smyril Line.

Við ikki at sigla upp á Noreg sparir Smyril Line 13,6 millonir krónur.

Scrabsterrutan gav eitt netto undirskot upp á eina hálva millión. Ein orsøk er helst, at býurin liggur ov norðraliga til farm.

Í Týsklandi selja tey alt tað tey kunnu av ferðaseðlum. Saman við Føroyum er Týskland nógv tann størsti marknaðurin, og á Smyril Line vætna tey, at tað verður munandi lættari at selja á hesum marknaðinum, nú útboðið verður tvífaldað.

- Við at broyta ferðaætlan fær Smyril Line eisini 30 mió krónur eyka í farmi, og tað verður nógv lættari at selja ferðaseðalar, nú rutan verður einfaldari, heldur Petur Holm, stjóri.


Størsti vøksturin á meginlandinum

Um várið og heystið verður ferðaætlanin: Esbjerg, Tórshavn, Seyðisfjørður, Tórshavn, Esbjerg.

- Tað er serliga veðrið sum ger, at vit ikki sigla til Hanstholm, tí havnin er so trupul at koma inn í um veturin. Við at sigla til Esbjerg fæst betri reglusemi – og so verður styttri hjá flestum fólkum at ferðast til Esbjerg eins og hjá farmi, sigur hann.

Úr Esbjerg tekur bert tveir tímar til Keypmannahavnar, ein tíma til Odense og hálvanannan tíma til Århus. Esbjerg liggur eisini nær týska markinum og harvið evropiska meginlandinum, har vøksturin í søluni hjá Smyril Line er størstur. Og síðst men ikki minst, so spara fólk, ið koma sunnanífrá yvir 200 km koyring norður til Hanstholm.

Smyril Line fer eisini at spara nógv, tá teir 6.000 trailararnir skulu flytast styttri farleið.

Við at taka Noreg úr ferðaætlanini sparir reiðaríið fimm milliónir krónur við hotel- og cateringstarvsfólki.


Vetrarsiglingin verður Esbjerg, Tórshavn, Esbjerg.

- Hendan ferðaætlan fer at økja um inntøkurnar bæði á ferðafólka- og farmasíðuni, tí reglusemið verður betri, og tá hædd verður tikin fyri, at Esbjerg er eini betri havn at sigla til, sigur Petur Holm.


Sparingarnar í 2009 verða:


Hotelstarvsfólk    5,0 mió. kr.

Noregssigling        13,6 mió. kr.

Scrabstersigling    0,5 mió. kr.

Tilsamans        19,1 mió. kr.


Lækkandi oljuprísur gevur eisini Smyril Line nakrar sparingar. Felagið brúkar fyri 51 milliónir krónur í olju í ár, men roknar við at brúka fyri 36,8 milliónir krónur í komandi ári. Smyril Line ger avtalu við oljufelagið um ein fastan prís, og sambært hesum eru sparingar nú 14,2 milliónir krónur, men um oljuprísurin alsamt lækkar, kunnu hesar sparingar verða enn størri.

Sølan á norska marknaðinum er 14,9 milliónir krónur. Her leggur Smyril Line dent á, at einasti møguleiki hjá norðmonnum at ferðast við bili til Føroyar og Ísland framvegis er Norrøna.

Smyril Line roknar við, at við nýggju ferðaætlanini fer ferðafólkatalið at økjast 5% og at hetta gevur ein vinning upp á 10 milliónir krónur.

Broytingin í FAS skipanini er eisini sparing hjá Smyril Line upp tríggjar milliónir krónur.

- Nýggja ferðaætlanin hjá okkum er væl móttikin hjá okkara umboðum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit hava nú møguleika at geva fólki tað, sum tey biða um, nú vit kunnu nøkta eftirspurningin á rutuni millum Føroyar og Danmark og av meginlandinum til Føroya og Íslands, sigur Petur Holm at enda.