Upptakt
Árið higartil hevur víst seg at vera júst so trupult, sum mong roknaðu við at tað fór at verða hjá TB og EB/Streymi. Higartil hava liðini fingið trý stig hvør, og bæði eru tey fullvæl vitandi um, at tey nú hava møguleikan at toga seg burtur úr botninum, um trý stig faást til høldar.
Hinvegin vita tey eisini, at eitt tap kann hava mest sum óhugnaligar fylgjur, og tí verður setningurin helst fyrst og fremst, at dysturin fyri alt í verðini ikki má tapast. Tá verða nevnliga trý stig upp til ovaru niðurflytingarstrikuna.
Og sum skilst á lagnum, so verða mest sum allir mans tøkir hjá báðum pørtum, so báðir partar verða førir fyri at gera sítt ítarsta til tess at tryggja stigunum.
Fyrr í ár hava hesi liðini annars verið í sama bólki í steypakappingini, og tá var tað TB, sum dróg longra stráðið í innanhýsis dystunum, tó at EB/Streymur var liðið, sum endaði ovari, tá stigatalvan varð gjørd upp.